Tað kann skjótt enda galið á grillini

Her eru nøkur góð ráð um, hvat tú skal hugsa um tá ið tú grillar

Áki Bertholdsen
8. juni 2023 kl. 09:08

 Veðrið hevur verið gott seinastu dagarnar og Veðurstovan mestsum lovar sól og summar allan hendan mánaðin.

Tað eru uttan iva mong, sum fara at draga grillina fram – men tá ið tú grillar eru tað nøkur serlig viðurskifti at hugsa um, annars er tað skjótt at tað endar við búkilsku, ella at lækni má upp í.

Her eru fimm góð ráð um trygd tá ið tú grillar: 

– Brúka ongantíð eldfimar løgir at kynda við. Brúka heldur turrspritt og kubbar.
– Lat ikki grillina standa beint við tilfar, ið eldur skjótt kann koma í.
– Lat ongantíð børn vera einsamøll við grillina, tá hon er tendrað, ella ímeðan hon er heit. Syrg fyri, at tey eru eitt sindur burtur frá.
– Hav altíð vatn í við hondina, so at tað er skjótt at sløkkja, skuldi eldur komið í 

– Tryggja tær, at øskan er køld, áðrenn tú beinir hana burtur.
– Brúkar tú eina einnýtisgrill, syrg so fyri, at grillin er køld og fingin av vegnum eftir forskriftunum, soleiðis at onnur ikki traðka á hana og brenna seg, ella skera seg í føturnar av henni.

Men reinførið hevur eisini alstóran týdning, annars er tað er skjótt at fáa búkilsku, ella tað sum verri er, av at grilla.

Tað er sjáldan at fólk hava rennandi vatn við hondina har tey grilla og tí eru møguleikarnar at vaska sær um hendurnar, avmarkaðir.

Men tað skulu bara nakrir fáir dropar av vatni, ella sevju frá ráum kjøti til at oyðileggja alt. 

Tí hevur tað alstóran týdning at vatn, ella sevja frá ráum kjøti ikki endar í salatini, á breyðinum, ella á fatinum, maturin verður borðreiddur á.

Tí eru hyggjuráðini at hava eina grilltong til rátt kjøt og eina aðra grilltong til stokt kjøt.

Annars eru tey góðu grillráðini:

– Halt rátt kjøt burtur frá øllum øðrum mati, eisini salati, breyði og stoktum kjøti, og brúka ikki eitt fat, rátt kjøt hevur ligið á, til nakað annað. Tað merkir, at tú skalt hava eitt reint fat, eina reina grilltong, ella gaffil, og reinar tallerkar til stokt kjøt.

– Hósnarungar og annar flogfenaður, og hakkað kjøt, skal altíð steikjast ígjøgnum. Á búffum, og øðrum heilum kjøtstykkjum, eru bakteriurnar uttan á og tí er ikki neyðugt at tað er gjøgnumstokt.

– Vaska tær ofta um hendurnar, men eru ikki umstøður til tað, er at brúka hondspritt. Hetta skalt tú serliga hugsað um tá ið tú hevur nert við rátt kjøt.

Lat ikki feitt frá kjøtinum, ella olju, dryppa niður í kolið, tí tað er nógv tjøra í roykinum, og tað økir um vandan fyri at fáa krabbamein.

Er kjøtið brent, ella næstan brent er tað best at skera tað brenda burtur, tí tað eru nógv skaðilig evni í tí brenda og tað økir um vandan fyri at fáa krabbamein.