Tað ræður um at njóta løtuna

Vit hava einki at tapa, og vit skulu eisini tora at droyma stórt, samstundis sum vit skulu njóta løtuna, sigur Viljormur Davidsen

Mynd: fsf.fo
FSF/Hans Erik Danielsen
16. november 2024 kl. 14:01

Seinnapartin fríggjadagin kom manslandsliðið til Skopje í Norðurmakedónia, og longu fríggjakvøldið vandi føroyska liðið á fótbóltsdeplinum hjá norðurmakedónska fótbóltssambandinum.

Aftaná venjingina fekk FSF varpið orðið á Viljorm Davidsen.

– Málið var fyrst og fremst at varðveita plássið í deildini, og nú eru vit nummar 2 í bólkinum, so hví ikki royna at fara eftir øllum. Vit hava einki at tapa, og vit skulu eisini tora at droyma stórt, samstundis sum vit skulu njóta løtuna. Men til tað krevst ein stórur innsatsur, sum líkist honum, ið vit vístu móti Armenia.

Tað sigur Viljormur Davidsen millum annað í samrøðu við FSF varpið, sum hitti liðskiparan aftaná fyrru av tveimum venjingum, sum føroyska liðið hevur í Skopje í Norðurmakedónia, áðrenn sjálvan dystin, sum verður á Todor Proeski Stadion sunnudagin klokkan 14.

Við sigrinum á Armenia hósdagin eru Føroyar nú nummar 2 í bólkinum við seks stigum, meðan Armenia og Lettland eru á ávikavist 3. og 4. plássi við fýra stigum í part. Norðurmakedónia er fremst við trettan stigum.