Ongi úrslit

Tað sær út sum at gongd aftur er komin á bilasøluna

Áki Bertholdsen
4 tímar síðan

Tað sær út til, at gongd aftur er komin á bilasøluna. Eftir nakrar slakar mánaðir fyrr í ár, gjørdu bilasølurnar eitt gott hál í farna mánað og sostatt vóru 252 persónbilar seldir bara í mai mánaði. Hetta eru 82 persónbilar fleiri enn í mai í fjør.

Tað merkir, at tilsamans eru 10 persónbilar fleiri seldir teir fyrstu fimm mánaðirnar í ár enn tað vóru í fjør. Tað er ein vøkstur upp á sløk 1,5 prosent.

Hinvegin hava vit ikki gjørt so nóg burtur úr at innflyta brúktar blar til Føroya. Í tíðarskeiðnum frá januar til mai í ár, eru 25 bilar innfluttir til Føroya og tað eru tveir fleiri enn í sama tíðarskeiði í fjør.

Mest lisið hesa vikuna

SEV roynir nýggja grøna orku í sjónum

3. juni kl. 19:00

Løtumyndir - Color Run í Vági

2. juni kl. 18:40

Nýbygningur hjá Smyril Line fekk stóran skaða undir royndarsigling

5. juni kl. 11:00

Ávara ímóti piparkornum tí heilsuskaðilig evni eru í teimum

3. juni kl. 10:55

Sextortion móti monnum og dreingjum vaksur

3. juni kl. 18:00

Effo byggir Føroya størstu orkugoymslu

4. juni kl. 16:05