Tað skal vera mvg frítt at eta á matstovum í Føroyum

Í næstan øllum londum rundan um okkum, er lægri mvg á matstovum

Áki Bertholdsen
4. februar 2025 kl. 15:52

Tað skal verða mvg frítt at eta á føroyskum matstovum. Tað heldur Ferðavinnufelagið, nú tey hava gjørt viðmerkingar til ætlanina hjá landsstýrinum um ein nýggjan landbúnaðarpolitikk.

Ein partur av tí er at avtaka mvg á landbúnaðarvørum fyri at gera føroyskar landbúnaðarvørur kappingarførar við útlendskar landbúnaðarvørur.

Tað tekur Ferðavinnufelagið undir við - men tey staðfesta, at tað eru eisini aðrar vinnur, sum stríðast við kappingarførið, samstundis sum at alsamt fleiri gjøld eru hækkað og løgd á vinnuna.

Tey siga, at eitt dømi er mvg, sum er lagt á vinnuligan fólkaflutning við bussi. Tey siga, at hetta hevur havt avleiðingar, tí prísurin hækkaði og av tí sama minkaði eftirspurningurin eftir túrum til Føroyar.

Ferðavinnufelagið vísir eisini á, at verða landbúnaðarvørur mvg-fríar, eigur Landsstýrið eisini at gera matstovuvinnuna mvg fría.

– Fær matstovuvinnan røttu karmarnar at virka undir, kann hon skapa stórt virði fyri allar føroyingar, sigur Ferðvinnufelagið.

– Matstovuvinnan kann skapa vøkstur og trivnað í pørtum av landinum, har virksemið annars er minkandi, leggja tey afturat.

Tey vísa eisini á, at matstovuvinnan er arbeiðsskapandi, hon førir til búskaparvøkstur og hon skapar spennandi nýggjar tænastur, sum føroyingar eisini kunnu njóta gott av, við einari ríkari matstovumentan.

Ferðavinnufelagið vísir samstundis á, at í næstan øllum londum rundan um okkum, er lægri mvg á kaffistovum og matstovum, og tað kann tala fyri, at eisini matstovur í Føroyum verða mvg fríar, ella at mvg verður lækkað.