Tað skal verða lættari hjá føroyskum fangum í Danmark at fáa vitjan

Sjúrður Skaale, fólkatingsmaður, heitir á donsku stjórnina um at geva føroyskum fangum betri sømdir

Áki Bertholdsen
1. juni 2023 kl. 09:10

Føroyskir fangar í Danmark, og teirra avvarðandi í Føroyum, eru fyri mismuni í Danmark. Tað heldur Sjúrður Skaale, fólkatingslimur.

Tað, hann hugsar um, er møguleikarnar hjá føroysku fangunum at fáa vitjan í fongslinum. Og nú hevur hann heitt á donsku stjórnina um at taka taka málið upp.

Hann vísir á, at fangar í donskum fongslum hava rætt til at fáa vitjan frá familju ella avvarðandi minst eina ferð um vikuna.

Hetta er eisini galdandi fyri fangar úr Føroyum. Men fólkatingsmaðurin sigur, at avleiðingin fyri føroyskar fangar er ofta, at teir ikki kunnu fáa líka nógva vitjan sum danskir fangar, tí familjur teirra í Føroyum ikki hava møguleika at ferðast hvørja viku til Danmarkar at vitja.

Sjúrður Skaale heitir tí á stjórnina at umhugsa at geva føroyskum fangum øðrvísi vitjanartreytir, soleiðis at avvarðandi sleppa oftari á vitja tá ið tey eru komin til Danmarkar.

– Eg haldi ikki, at tað er rímiligt, at føroysk avvarðandi noyðast at keypa sær ferðaseðil, finna gisting, kanska biðja sær frí úr arbeiði – altso brúka nógva tíð, orku og pengar - fyri so bara at kanska fáa ein tíma saman við fanganum, sigur Sjúrður Skaale.

– Tað eru tey einstøku fongslini, sum geva tilsøgn um vitjan og annars avgera vitjanartíðir. Men føroyskir fangar eru fyri mismuni, tí í roynd og veru hava teir ikki sama møguleika at fáa vitjan sum danskir fangar, sigur Sjúrður Skaale.