Tað verður Kroatia ímóti Danmark ella Portugal

Í Zagreb sigraði heimaliðið í kvøld ímóti fronsku favorittunum

Jonhard Hammer
30. januar 2025 kl. 23:45

Í kvøld varð tað greitt, at Kroatia verður annað liðið, tá ið HM finalan í hondbólti sunnudagin verður í Oslo.

Hvat mótstøðuliðið verður fæst at vita fríggjakvøldið, tá ið Danmark og Portugal í Oslo fara at spæla hálvfinalu.

Í kvøld var hálvfinalan millum Kroatia og Frakland í kroatiska høvuðsstaðnum í Zagreb. Fyrrapartin í morgin fara bæði kroatiska og franska liðið til Oslo, har Kroatia sunnudagin klokkan 17 fer at spæla finalu, og har Frakland sunnudagin klokkan 14 fer at spæla um triðja plássið.

Hálvfinalan millum Danmark og Portugal verður fríggjakvøldið klokkan 19.30.

Eldhugaðu heimaáskoðararnir í Arena Zagreb bóru í kvøld heimaliðið til sigur. Hálvleiksstøðan var 18-11 til Kroatia, sum vann 31-28.

Heilt stóri munurin á liðunum var málverjarnir. Dominik Kuzmanovic í kroatiska málinum var framúr, meðan fronsku málverjarnir ikki vóru so hepnir.

Íslendingurin Dagur Sigurðsson er venjari hjá Kroatia. Í 2016 var hann venjari, tá ið Týskland vann gull í EM endaspælinum, og nú hevur hann í hvussu so er tryggjað Kroatia silvur í 2025 HM endaspælinum.