Taka nú graslíkið av Ovara vølli

Í dag byrjaði arbeiðið at skifta graslíkið á Ovara vølli í Gundadali, hóast mælt verður til, at spælast skal á nýggja graslíkinum á Ovara vølli í Gundadali í eitt ár, áðrenn graslíkið verður vanligt

Sigurjón Einarsson
7. mai 2021 kl. 12:00

Børn, ung, foreldur, venjarar við meira verða biðin um at vísa stórt ansni við trygdini, meðan verkætlanin verður útint, og at halda seg uttanfyri vallargirðingina til ovara vøll og tey avmerktu økini, serliga sunnanfyri vøllin.

Arbeiðið verður væntandi liðugt 25. mai, stendur at lesa á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu.

Meðan arbeiðið verður gjørt hava feløgini umlagt virksemið í Gundadali og eisini flutt nakað av virkseminum til aðrar vallir í kommununi.

Ráðgevi á verkætlanini er P/F LBF. Veitari er Metatron ehf. Nýggja graslíkið, ið verður lagt á Ovara vøll, er av merkinum Polytan.

Les meira um málið um vøllin á Ovara vølli í Gundadali í Dimmalætting hesa vikuna, har eitt umboð fyri Sports Labs, í telduposti til veitaran, Laiderz, váttar, at tað er vanligt, at tílíkt tjúkt graslíkið (sum nú skjótt fyrrverandi graslíkisvøllurin, red.) krevur tíð at leggja seg, og at spælast skal á tí í eitt ár, áðrenn tað verður vanligt.

Les meira: Tríggjar milliónir upp í royk í Gundadali