

Eftir at hava havt sína dagligu gongd á Landssjúkrahúsinum í meiri enn eina hálva øld, leggur hann nú frá sær.
Hesi seinastu 57 árini hevur Henry Debes Joensen verið orgulspælari á Landssjúkrahúsinum, men nú er hann givin, skrivar Fólkakirkjan.
Í fyrstuni spældi hann á gudstænastum sunnumorgnar á gamla hospitali. Hetta var tá ið tað lá fyri hjá prestunum, men seinni varð tað meiri regluliga.
Í fyrstuni var tað mikudagar, men seinni varð tað hósdag og tað er tað enn. Ta fyrstu tíðina vóru tey á trimum ymiskum deildum hvørja ferð, og prestar úr tí mesta av landinum skiftust um at koma.
Umframt at spæla til andaktir og gudstænastur, hevur Henry síðani 1984 spælt til bønarhald í kapellinum, til tað varð niðurlagt fyri góðum trimum árum síðani.
Sostatt hevur orgulspælið á Landssjúkrahúsinum verið ein stórur partur av hansara lívi - og hjá konuni, Katrin, tí ofta var tað hon, sum tók telefonina og helt skil á álmanakkanum, skrivar Fólkakirkjan.