Talið av gistingum er fallið við 30%

Tað vóru 3323 færri gistingar í november 2020 enn árið fyri

Ari av Rana
13. januar 2021 kl. 12:07

Koronafarsóttin hevur framvegis sera stóra ávirkan á føroysku gistingarhúsini. Talið av gistingum er heili 30% minni í november í 2020 í mun til november árið fyri.

Í november 2019 vóru 9937 gistingar á føroysku gistingarhúsunum. í november í fjør var talið einans 6614 gistingar.

Sum sæst á talvuni hjá Hagstovu Føroya, er talið av gistandi vaksið støðugt seinasti árini. Hyggja vit eftir november 2016 vóru 6513 gistingar, í november 2017 vóru 7670 gistingar, í 2018 vóru 8494 gistingar og í november 2019 met fyri gistingar í november mánað, tá 9937 gistingar vóru á føroysku gistingarhúsunum. Við 6614 gistingum var november í 2020 sostatt mánaðurin við fægst gistingum síðani november 2016.

Føroyingar tóku gistingarhúsini til sín í november

Meðan talið av gistingum minkaði, sum úrslit av at færri útlendingar komu til landið, streymaðu føroyingar inn á gistingarhúsini í november. Talið av gistináttum hjá føroyingum vaks við heili 24% í november 2020 í mun til november 2019.

Samstundis minkaði talið av gistináttum hjá dønum við 32% og talið av gistináttum hjá øðrum útlendingum við heili 76%.

Sí meiri tøl og talvur á heimasíðuni hjá Hagstovu Føroya.