Talið av lærusáttmálum er vaksandi

367 lærusáttmálar eru gjørdir teir fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Tað er met, um tað verður samanborið við sama tíðarskeið onnur ár

367 lærusáttmálar eru gjørdir teir fyrstu tíggju mánaðirnar í ár. Tað er met, um tað verður samanborið við sama tíðarskeið onnur ár (Mynd: Yrkisdepilin)
Sigurjón Einarsson
4. november 2022 kl. 11:17

367 nýggir lærusáttmálar eru góðkendir teir fyrstu tíggju mánaðirnar í ár, og tað er met, um samanborið verður við sama tíðarskeið onnur ár.

Tað skrivar Yrkisdepilin á heimasíðu sínari.

Miðalaldurin á teimum, sum byrja í læru í dag, er beint undir 23 ár, og tað er eitt vet hægri enn í 2007, tá miðalaldurin var 22 ár.

367 lærusáttmálar eru gjørdir teir fyrstu tíggju mánaðirnar í ár, og tað er met

Talið av lærusáttmálum er rættiliga høgt, tá hugsað verður um, at í Føroyum verða ímillum 600 og 700 børn fødd árliga seinastu 20 árini.

Ársmetið fyri nýggjar lærusáttmálar er frá 2007. Í teimum góðu árunum frá 2006 til 2008, tá farið var undir fleiri stórar byggiverkætlanir, setti lærlingatalið met. Í 2007, sum er tað árið, har flest lærusáttmálar vórðu gjørdir, fóru heili 417 fólk í læru. Teir 417 sáttmálarnir vóru býttir á 39 ymiskar yrkisútbúgvingar.

Nýggir lærusáttmálar hvørt ár síðan 2002 við trendlinju

Tá fíggjarkreppan leikaði á – árini 2008 og 2009 – fall lærlingatalið nógv og kom í 2009 niður á 175 nýggjar sáttmálar, sum er á støði við 2002.

Men síðan fíggjarkreppuna er talið av nýggjum sáttmálum hækkað aftur ár fyri ár, og hevur seinastu fýra árini verið rættiliga støðugt við umleið 380 nýggjum sáttmálum hvørt ár, uttan í 2020, tá koronufarsóttin herjaði í samfelagnum. Tað árið var talið av nýggjum sáttmálum 344.

Í dag er støðan eins góð sum í 2007. Fyrstu tíggju mánaðirnar í ár vóru 367 fólk farin í læru innan 40 ymiskar yrkisútbúgvingar.

Tað eru umleið 70 føroyskar yrkisútbúgvingar at velja ímillum.

Kelda: Yrkisdepilin