Talið av viðtalum hjá kommunulæknanum er vaksið 13 prosent

Í 2019 vóru áleið 166.000 viðtalur hjá kommunulæknanum. Hetta er 13 prosent færri viðtalur enn í ár

Læknahúsið í Hoyvík. Mynd: Hagstovan
Kristian Waag Dam
12. mai 2022 kl. 14:24

Kommunulæknarnir høvdu úr at gera í fjør. Hetta vísur nýggj uppgerð hjá Hagstovuni. Samanlagt vóru áleið 188.000 viðtalur hjá kommunulæknunum kring landið í 2021. Hetta er ein lítil vøkstur í mun til árið fyri, tá vóru áleið 185.000 viðtalur, men samanbera vit hesi tølini við tíðina áðrenn korona legði landið lamið, so sæst ein stórur vøkstur. Í 2019 vóru áleið 166.000 viðtalur hjá kommunulæknanum. Hetta er 13 prosent færri viðtalur enn í ár.

Uppgerðin vísur eisini, at tað eru sandingar, sum hava flest viðtalur fyri hvønn íbúgva. Talið av viðtalum fyri hvønn íbúgva á Sandi er 7,4. Nummar tvey á hesum listanum, er Norðoya øki og Vága øki, har er talið 3,7. Sostatt eru sandingar tvær ferðir so ofta til læknaviðtalu, samanborið við restina av Føroyum.

Uppgerðin, ið Hagstovan hevur gjørt, fevnir ikki um fyribyrgjandi ella sonevndar profylaktiskar viðgerðir, so sum koppsetingar, upplýsing um gitnaðarfyribyrging, heilsukanningar av barnakonum og læknakanningar av børnum.