Talv: Luitjen í stórum stíli

16 ára gamli føroyski telvarin Luitjen Akselsson Apol er á veg móti eini sensasjón í kappingini um EM-heitið fyri telvarar úr smátjóðum í Evropa. Telvað verður í Liktinstein

16 ára gamli Luitjen Akselsson Apol ávegis móti stórfingnum úrsliti í Liktinstein
Suni Merkistein/Talvsamband Føroya
1. oktober 2022 kl. 14:00

Fyri níggjunda og seinasta umfar í dag, so stendur á jøvnum millum Luitjen og spanska stórmeistaran  Henderson de la Fuente Lance, sum umboðar Andorra. Teir hava átta stig hvør, og møtast í morgin í avgerandi innanhýsis talvi um hvør av teimum vinnur kappingina.

Luitjen vann fyrstu sjey talvini í eitt koyr, men í dag tapti hann fyri IM Fred Berend úr Luksemburg. Telvarin úr Andorra hevur tvey remis og seks sigrar.

Fyri talvið í gjár hevði Luitjen forvunnið 116 ratingstig í hesari kappingini. Hann vinnur tí alt aftur, sum hann misti á olympiaduni í India í summar. Av sonnum stór sveiggj. 

Tikið øll á bóli
Tað er ikki yvir at dylja, at ungi føroyingurin hevur lopið hvøkk á øll. Luitjen var styrkismettur nummar seks av teimum tíggju telvarunum í kappingini. Við eru tveir stórmeistarar og ein altjóða meistari. 

Smátjóðirnar í Evropa, sum eru við í hesum kappingum, eru Andorra, Luksemburg, Føroyar, Kýprós, Malta, Monako, Liktinstein, San Marino, Jersey og Guernsey. Tey hava øll eitt umboð hvørt í kappingini. 

Føroyar hava staðið seg væl í hesum kappingum, bæði fyri einstaklingar og fyri landslið. Føroyingar hava vunnið mest í alt, bæði fyri lið og einstaklingar. Luitjen var eisini við á føroyska landsliðnum, sum í november/desember í fjør vann EM-stevnuna fyri smátjóðir í Evropa suðuri á Malta saman við Helga Dam Ziska, Høgna Egilstoft Nielsen, John Rødgaard og Jón í Horni Nielsen.  Harumframt hevur Helgi Dam Ziska vunnið einstaklingakappingina tvær ferðir. Hetta er fjórða kappingin av hesum slagi.

Og í dag fáa vit at síggja, hvussu Luitjen fer at standa seg móti stóra favorittinum úr Andorra í avgerandi toppdystinum í seinasta umfari í Liktinstein.

EM-einstaklingar í talvi fyri smátjóðir 2022. Støðan fyri seinasta umfar í dag