Talv: Yngsti maður stóð seg lutfalsliga best

Luitjen Akselsson Apol, sum bara er 15 ára gamal, fekk sjey og eitt hálvt stig av níggju møguligum og hann vann sær 57 ratingstig afturat teimum 2111 ratingstigunum, hann hevði tá kappingin byrjaði. Høgni Egilstoft Nielsen vann sær 11 ratingstig afturat, hinir standa mestsumí stað

Sveinur Tróndarson
5. desember 2021 kl. 10:30

Tað hevur gingið sum eftir ánni hjá føroyska talvlandsliðnum á Malta, har smálandakappingin hevur verið hildin hesa seinastu vikuna.

Í gjár vóru seinastu talvini telvd, og enn einaferð vunnu Føroyar 4-0, tað var triðju ferð, at føroyingar vunnu á øllum borðum.

At tað hevur gingið væl sæst eisini á einstaklingaúrslitunum, tí føroysku telvararnir hava bara tapt eitt einsamalt talv í kappingini, tað tapti tann bara 16 ára gamli Jón í Horni Nielsen í sínum allarfyrsta dysti fyri føroyska landsliðið, sum var móti Liktinstein. Síðan reistist Jón væl, tí tá kappingin var liðug hevði hann fingið trý av fimm møguligum stigum.

Mált eftir talvstyrki, í ratingstigum, var tað tó yngsti maður, Luitjen Akselsson Apol, sum fekk medt burtur úr kappingini á Malta. Hann hevur, sum tann einasti verið við í øllum dystum, og hann fekk 7½ av níggju møguligum stigum. Tað vil siga, at hann telvaði javnt tríggjar ferðir og vann rest. Fyri tað vinnur hann sær 57 ratingstig afturat teimum 2111, sum hann hevði frammanundan.

Høgni Egilstoft Nielsen, sum 2386 ratingstig áðrenn kappingin byrjaði, fær 11 stig heim við sær.

Hjá Helga Dam Ziska, sum hevur munandi hægri styrkital enn mótstøðumenninir, 2541, er næstan vónleyst at gera nakað ratinglop í kappingum sum hesari, líkamikið hvussu góð úrtøkan er. Hann var við í sjey av níggju dystum og fekk seks stig av sjey møguligum. Tað vil siga, at hann telvaði javnt í tveimum talvum.

- Góða úrslitið endurspeglar ta sterku siðvenju, sum talv hevur í Føroyum. Hóast vit til støddar og í fólkatali verri enn so kunnu sammetast við fleiri av hinum smátjóðunum í Evropa, sum vit kappast við í hesum afturvendandi talvkappingunum, so vísir tað seg ferð eftir ferð, at vit roynast drúgvir, skrivar Talvsambandið í tíðindaskrivi.

Úrtøkan hjá føroysku telvarunum

1. Helgi Dam Ziska (2541) 6/7

2. Høgni Egilstoft Nielsen (2386) 7/8

3. John Rødgaard (2317) 5½/7

4. Luitjen Akselsson Apol (2111) 7½/9

5. Jón í Horni Nielsen (1876) 3/5