Teir eru farnir í allar ættir

Springarnir, sum eru merktir í summar, halda ikki saman, men fóru hvør sína leið

Áki Bertholdsen
20. september 2023 kl. 14:42

Í summar hevur Havstovan merkt springarar í trimum umførum. Fimm springarar vórðu merktir í Fuglafirði 10. juni, tveir springarar vórðu merktir á Leynasandi 27. august, og tveir springarar vórðu merktir í Norðragøtu 30. august.

Tað verður ofta sagt, at springarnar, og grind, hava sterk familjubond – men í hesum føri vísir tað seg, at springarnarnir halda ikki saman, men eru farnir hvør sína leið.

Frá fyrstu merkingini sendir ein springari enn, og sostatt hevur hann sent í yvir 100 dagar. Hesin springarin fór fyrst norður um, og haðani eystur í Hetlandsrennuna, har hann hevur verið síðan, í økinum millum Bankaryggin og Fugloyarbanka, kortini mestu tíðina í eystaru hellingini, sigur Havstovan. 

Hinir springararnir hildu, hvør sær, í ein landsynning, og haðani fór ein vesturum, har hann var verðandi, meðan hinir hildu leiðina í Hetlandsrennuna, men har slitnaði sambandið við sendararnar.

Teir báðir springararnir frá merkingini í Leynum fóru eisini sundur. Teir ferðaðust fyrst báðir suður móti Bankarennuni, haðani tann eini fór beina kós ímóti Íslandi, meðan hin fór leiðina norður ígjøgnum Hetlandsrennuna. 

Hesin springarin, ið sendir enn, hevur síðan ferðast á djúpum vatni sunnarliga í Norskahavinum.

 Springararnir frá merkingini í Norðragøtu hava eisini víst ymisk ferðingarmynstur. Eini springarin ferðaðist við lítlari ferð norður í hellingina, og síðan aftur á Fugloyarbanka, har sendarin slóknaði Hin springarin setti rættiliga miðvísa kós vestur eftir og er farin alla leiðina vestur ímóti Eysturgrønlandi, sigur Havstovan.