Teitur skal aftur í rættin

Teitur Skoubo skal enn einaferð ein túr í rættin

Sigurjón Einarsson
28. november 2022 kl. 16:53

Hann er júst blivin leyslatin, eftir at landsrætturin frídømdi hann fyri neyðtøku, sum hann varð dømdur fyri í býarrættinum í Odense í mai í ár.

Men nú skal føroyska reality stjørnan Teitur Skoubo aftur ein túr í rættin. Hesa ferð er Teitur ákærdur fyri ein harðskapstilburð afturi í 2019.

Tað skrivar Se og Hør, sum hevur fingið innlit í ákæruritið.

Sambært Se og Hør, so sæst at lesa í ákæruritinum, at Teitur hevur knúst eitt glas, ið er gjørt av hørðum plasti, í høvdið á einum ókendum persóni.

Tilburðin skal eftir øllum at døma verið hendur tann 6. september í 2019 umleið klokkan 02.10 í náttarklubbanum Hive í Keypmannahavn.

Áður dømdur fyri harðskap
Hóast Teitur Skoubo bleiv frídømdur fyri neyðtøku herfyri, so fekk hann ein harðskapsdóm upp á tríggjar mánaðir, fyri at hava sligið kvinnuna í høvdið, sum hann varð ákærdur fyri at hava neyðtikið.

Sambært Se og Hør, so bleiv Teitur í 2013 eisini dømdur fyri at hava sparkað eitt fólk, eftir at ein fløska var kastað móti Teiti. Verður hann enn einaferð dømdur, so verður tað triðju ferð, at Teitur er dømdur fyri harðskap.

Sambært Se og Hør, kemur rættarmálið fyri í býarrættinum í Keypmannahavn tann 7. desember.