Tekniski skúli í Klaksvík vann

Næmingar úr T1A í Tekniska skúla í Klaksvík vunnu filmskappingina hjá Námi um heimsmálini. Tað varð avdúkað í Havnar Bio í kvøld

Tíðindaskriv frá Námi
7. desember 2021 kl. 22:56

Eyðun Gaard handaði flokkinum tær 30.000 krónurnar, sum dómsnevndini hevði mælt til. Formaður í dómsnevndini, sum telur fimm fólk, er Árni Øregaard.

Um vinnaran segði dómsnevndin soleiðis:

”Vinnandi filmurin byrjar við eini upptakt, ella anslagi, har ljóðið verður tvinnað saman við nøkrum fremmandum, so vit eru á varhaldi. Tí ein dissonansur er komin í.

Tá so kvinnuligi høvuðsleikarin verður hildin upp móti mannfólkarøddini, sum er innaru orðingarnar og tankarnir, og bendingarnar harafturat skifta millum kallkyn og kvennkyn, skilja vit, at hetta er eitt floksavrik.

Ytra skapið er væl frágingið.

Fagurfrøðiliga, estetiskt, eru næmingarnir so væl vandnir, at tá vit síggja eina vatnfløsku á vesinum, er eingin órógvandi etikett. Alt er hugsað í reinum flatum. Betong-trappurnar og nógvu gongirnar í skúlanum eru brúktar við fynd at lýsa sinnisligu støðuna hjá høvuðsleikaranum. Eisini tá hon einsmøll fer oman í ósan at rópa mitt í heimstaðnum.

Tá truplaða gentan brýtur við myrkrið og velur ljósið, skiftir tónleikurin samsvarandi tónaslag og huglag.

Vinnari í stuttfilmskappingini hjá Námi um Heimsmálini við høvuðsdenti á trivna og sálarheilsu fyri øll er filmurin: ”Neisøgni til vælvildu” frá Tekniska skúla í Klaksvík T1A.

Til lukku tit øll,” segði Eyðun Gaard og handaði næmingunum vinningin.

Lærari er Magni Husgaard, og Heidi Gregersen og Karin Kirke Petersen hava verið inn yvir evnið.

Høvuðsleikari í filminum er Nomi Petersen. Upplesari er Magnus H. í Hjøllum og tey, sum hava skrivað tekstin í filminum eru Jákup E. í Løðu, Magnus H. í Hjøllum, Ida Thune, Nomi Petersen og Sigurð W. Johannesen, sum eisini hevur klipt. Ida Thune, Magnus H. í Hjøllum og Sigurð W. Johannesen hava filmað.

Nám ynskir til lukku og takkar fyri undirtøkuna.

Filmskappingin um heimsmálini heldur fram næsta ár.