Tekur minst eitt hálvt ár til nýggi skannarin í Klaksvík kann takast í nýtslu

Uppskotið um skannaran verður lagt fyri Løgtingið í heyst, men síðani tekur tað langa tíð at avgreiða málið

Áki Bertholdsen
11. september 2023 kl. 16:07

Í næstum verður uppskot lagt fyri Løgtingið um skannaran á Klaksvíkar sjúkrahús. Tað sigur Margin Stórá, landsstýriskvinna í heilsumálum.

Tað var fyrr í ár, at vinnulívsfólk góvu Klaksvíkar Sjúkrahúsi ein nýmótans skannara og landsstýriskvinnan hevur váttað, at hon vildi taka ímóti gávuni.

Men síðani er einki hent og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, løgtingskvinna fyri Fólkaflokkin, hevur nú spurt landsstýriskvinnuna, hvar málið liggur.

Tað kostar nakrar milliónir at gera hølini klár og at at reka skannaran og tað skal Løgtingið samtykkja. Men talan verða ikki um fleiri útreiðslur, tí tilsvarandi sparingar skulu finnast aðrastaðni, sigur landsstýriskvinnan.

– Málið verður fyrireikað í løtuni og eftir ætlan verður málið lagt fyri Løgtingið til viðgerðar í næstum, sigur hon.

Hon sigur, at Klaksvíkar sjúkrahús og Landsverk hava kannað hølini, har skannarin skal standa. Niðurstøðan er, at hølini egna seg væl til endamálið. 

Ein ætlan er løgd fyri tær ábøtur, sum skulu gerast, men talan er ikki um stórarbeiði. Eitt nú skal gólvið styrkjast har skannarin skal standa, umframt at sjúkrahúsið skal hava nýggja el-innføring og el-talvu. 

Arbeiðið í sambandi við umbyggingina er klárt at bjóða út, sigu Margit Stórá.

Samtykkir Løgtingið málið, kann landsstýriskvinnan geva sjúkrahúsinum boð um, at tað er klárt at bíleggja MR-skannaran. 

Veitarin hevur boðað frá, at leveringstíðin er 14-17 vikur, og harumframt tekur tað seks vikur at seta útgerðina upp. Síðani skal hann roynast í einar fýra vikur, áðrenn kann endaliga kann takast í nýtslu.

– So tilsamans tekur tað millum 24-27 vikur, frá tí at skannarin er bílagdur til hann kann takast í nýtslu, sigur Margit Stórá.