Telvingin gekk ikki sum ætlað – málið um sammøður samtykt

Hóast tvey landsstýrisfólk hjá Fólkaflokkinum komu í løgtingið seinnapartin, fyri at forða einum máli at verða samtykt, so varð málið um sammøður samtykt

Sigurjón Einarsson
20. desember 2021 kl. 13:59

Í morgun vórðu Annika Olsen og Brandur Sandoy telvað úr løgtinginum, tá Jacob Vestergaard og Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir, landsstýrisfólk fyri Fólkaflokkin, søgdu sínar landsstýrissessir frá sær, og tóku sætið á tingi seinnapartin, nú triðja viðgerð av málinum um sammøður skuldi viðgerast, og so fór málið at blíva felt, vóru tað mong, ið trúðu.

Men beint sum tingfundurin skuldi byrja, kom eitt ynski frá Heðini Zachariassen, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin, um at sleppa í farloyvi í eina viku. Í hansara stað kom næsta umboðið hjá Fólkaflokkinum inn, sum er Annika Olsen, og so freistast ein at siga, at Fólkaflokkurin telvaði seg sjálvt í skák, tí tá málið skuldi avgreiðast við atkvøðu, so vóru 18 atkvøður fyri, 13 ímóti og ein blonk.

Annika Olsen úr Fólkaflokkinum, Johan Dahl og Erhard Joensen úr Sambandsflokkinum atkøddu fyri, meðan Rósa Samuelsen úr Sambandsflokkinum atkvøddi blankt.

Málið um sammøður er tí samtykt við triðju viðgerð.