Tennisheimurin tekur stríðsstig móti Kina

Altjóða samgongan fyri kvinnutennis hevur tikið avgerð um at avlýsa allar kappingar í Kina. Avgerðin kemur eftir, at Peng Shuai hvarv, tá hon ákærdi ein embætismann fyri kynslig brotsverk. Hóast Peng er komin aftur í aftur, ivast samgongan, at Peng er fræls at gera, sum henni lystir. Talan er um nakað størri enn pengar, sigur stjórin í tennissamgonguni.

Steinar Patursson
2. desember 2021 kl. 11:56

WTA, sum er altjóða samgongan fyri kvinnuligar tennisleikarar og kvinnukappingar, hevur nú tikið stig til at avlýsa allar kappingarnar í Kina.

Avlýsingarnar koma í kjalarvørrinum á málinum um Peng Shuai, sum brádliga hvarv í tríggjar vikur, eftir at hon hevði ákært ein kinesiskan embætismann fyri kynsligan ágang.

Peng Shuai, sum áður hevði ligið nummar eitt á WTA styrkilistanum fyri doubles spælarar, ákærdi fyrst í november Zhang Gaoli fyri at hava gjørt seg inn á seg kynsliga í 2011. Zhang Gaoli heuvr verið rættiliga ovarliga í kinesiska stýrinum, og hann hevur millum annað staðið á odda fyri kinesisku samskipanini av vetrar OL í Kina í 2022.

Uppslagið hjá Peng Shuai, ið varð lagt út á Weibo, ið er ein kinesiskur ”microbloggur” eins og Twitter, varð sensurerað skjótt eftir at tað varð lagt út, og Peng Shuai sjálv hvarv úr almenninginum í tríggjar vikur.

Peng Shuai hevur síðani verið frammi aftur, millum annað í videosamrøðu við Thomas Bach, forseta í altjóða olympisku nevndini, har hon vildi vera við, at hon hevði tað gott.

Tað eru kortini ikki øll, ið eru sannførd um, at alt er, sum tað skal vera, og nógv vilja vera við, at kinesiska stýrið kroystir Peng Shuai at siga tað, ið stýrið vil hava.

Ovastin fyri WTA, Steve Simon, sigur seg ivast stórliga, um Peng Shuai er fræls, trygg, og at hon er ikki er offur fyri hóttanum. Tí hevur WTA tikið avgerð um at avlýsa allar kappingar í Kina.

Stutt eftir, at WTA gjørdi greitt, at kappingarnar í Kina vórðu avlýstar, svaraði kinesiska stýrið, at tað mótmælti, at ítróttur varð ”politiseraður”.

Og tað er ikki talan um smávegis kappingar. Hóast eingin kapping hevur verið hildin í Kina seinastu tvey árini orsakað av koronu, vóru ikki færri enn níggju WTA kappingar í Kina í 2019, og tvær teirra vóru WTA 1000 kappingar. Harumframt var eisini WTA sesongfinalan spæld í Shenzen.

Talan er altso um álvarsom stig frá WTA leiðsluni, men Steve Simon sigur, at hann óttast avleiðingarnar fri spælarar og starvsfólk, um WTA loyvir kappingum í Kina í 2022.

- Um valdsmikil fólk kunnu køva røddirnar hjá kvinnum og kveistra burtur ákærur um kynslig brotsverk, so fær grundarlagið fyri WTA – javnstøða fyri kvinnur – eitt álvarsligt skot fyri bógvin, skrivaði Steve Simon í tíðindaskrivi frá WTA.

Avgerðin hjá WTA hevur fingið dyggan stuðul frá nøkrum av størstu nøvnunum innan tennis.

Novak Djokovic sigur, at avgerðin hjá WTA er djørv, og at heilsan hjá Peng hevði alt at siga fyri tennisheimin.

Somuleiðis sigur Martina Navratilova, at avgerðin hjá Steve Simon og WTA er djørv og vísir, at WTA heldur prinsippir hægri í metum enn pengar.

Hóast Steve Simon ásannar, at avgerðin fer at hava stórar fíggjarliga avleiðingar fyri WTA, er talan um nakað størri enn pengar.

- Hetta er nakað, sum vit einfalt ikki kunnu venda rygg til, sigur hann.