Ternan er føroyameistari í gentum 14, bólki 2

Ternan-B71 3-2 (25-20, 30-28, 20-25, 16-25, 15-9)

Jóannes Hansen
26. mars 2023 kl. 16:54

FM-finaluvikuskifti fyri yngru liðini í flogbólti í Trongisvági heldur fram í dag, og dagsins fyrsti dystur av trimum er nú leiktur.

Gentur 14 hjá Ternuni hava vunnið 3-2 á B71 og hava tí vunnið bólk 2 í gentum 14 ár. Ternan fekk frálíka byrjan uppá dystin og kom á odda 2-0, men síðani tók B71 yvir, og javnbrótari mátti til fyri at avgera dystin. Her kom Ternan afturíaftur og vann javnbrótaran 15-9. Tað tók heilar tveir tímar at avgreiða dystin.

Somu lið spældu eisini eina sera spennandi steypafinalu fyri trimum vikum síðani, og tá var tað eisini Ternan, sum fór av stað við sigrinum eftir javnbrótara, so nú eru genturnar av Toftum greipuvinnarar.

Ternan hevur eitt sera virkið og væl virkandi ungdómsarbeiði, og við hesi gongdini verður nýggjasta flogbóltsfelagið ovarliga í vaksnu deildunum eisini um ikki alt ov langa tíð. Besta kvinnuliðið hjá Ternuni, sum leikar í Føroya Tele deildini, er longu væl á veg.

Dagsins leikari fyri Ternuna var Jonna á Regni Højgaard, og dagsins leikari fyri B71 varð Elsi Hilbertsdóttir Blástein.

Ternan er føroyameistari í flogbólti fyri gentir 14 B.