Eftir ætlan kemur Ternan aftur í sigling komandi vikuskifti

Ternan hevur verið á beding í longri tíð, og órógv hevur verið á nólsoyarleiðini hesa tíðina. Men nú sær út til, at bíðitíðin hjá nólsoyingum er við at vera av, tí Hilmar Eliasen vónar, at Ternan kemur aftur í sigling komandi vikuskifti.

Katrin Joensen-Næs
9. mai 2021 kl. 18:00

40 ára klassingin av Ternuni gjørdist meira umfatandi enn av fyrstan tíð hildið, tá arbeiðið fór í gongd tann 20. oktober. Tá varð mett, at arbeiðið fór at taka níggju vikur, og at Ternan fór at verða klár at røkja siglingina á nólsoyarleiðini fyri jól. Men so var ikki, og ónøgdin um avloysaraskipið Erla Kongsdóttir gjørdist ovurstór hjá nólsoyingum.

-        Sum flest øll vita, so hevur tað verið eitt rættiliga umfatandi arbeiði. Ein stórur partur av tí hevur sjálvandi verið stálarbeiðið, sum tey flestu hava hoyrt um. Har er nógv stál skift, bæði innan og uttan, greiðir Hilmar Eliasen, stjóri í Strandfaraskip Landsins, frá í samrøðu við Kringvarp Føroya.

Umvælingin kom at kosta 18 milliónir krónur, ið var meira enn ætlað.

-        Vit hava eisini nýtt høvið til at gera ymiskar dagføringar á Ternuni, so hon er veruliga dagførd, tá hon fer aftur í sigling, leggur Hilmar Eliasen afturat.

Næstan øll stýrskipanin er skift. Skipið má tí royndarsiglast, tá tað verður flotað, so nýggja skipanin kann roynast.

Royndarsiglingin verður fyrst í næstu viku og tekur eftir ætlan 3-4 dagar. Gongur tað, sum tað skal, so verður Ternan sett í sigling á nólsoyarleiðini beinanvegin.

Hilmar Eliasen, stjóri á Strandferðsluni, vónar, at Ternan kemur aftur í sigling komandi vikuskifti.