Tesla lækkar aftur prísin á einum av teirra mest vælumtóktu bilum

Elbilafyritøkan Tesla hevur síðan hósdagin skorið 30.000 krónur av prísinum á einum av mest vælumtóktu bilasløgunum hjá fyritøkuni, Model 3

Ragnar Sjúrðarson
25. februar 2023 kl. 11:59

Tað váttar fyritøkan fyri Jyllands-Posten.

Tað er ein avgerð, sum yvirraskar Jan Lang, sum er marknaðargreinari av bilum.

-    Eg skilji tað ikki, sigur hann við blaðið.

-    Tað er ein rættiliga ógvuslig príslækking. Tingini eru aldrin í stað hjá Tesla.

Príslækkingin kemur, eftir at bilframleiðarin gjørdi nakað líknandi fyri einum mánað síðani. Tá var príslækkingin tó meira víðfevnd. 

Bæði Model 3 og Model Y blivu í einum høggi 100.000 krónur bíligari í tí sambandi. Bíligasta útgávan av Model 3 verður nú seld fyri 330.000 krónur.

Stóra príslækkingin ger, so at Tesla bilarnar eru meira atkomuligir fyri fleiri fólk. Men tað merkir eisini, at Tesla eigarar, sum gjarna vilja selja sín elbil, fáa eitt størri tap.

Í 2022 økti Elon Musk um søluna av Tesla við umleið 40 prosentum samanborið við árið frammanundan.