Tey fátæku verða trýst úr Istanbul

Síðan forsetin í Turkalandi, Erdogan, setti ætlanina í verk, at endurnýggja býin, eru tey fátæku blivin trýst úr søguliga og størsta býnum í Turkalandi, Istanbul, har eystur møtir vestur

Onnur brúgvin um Bosporussundið í Istanbul (Mynd: Creative Commons)
Sigurjón Einarsson, Istanbul
4. juni 2022 kl. 12:55

Mótsetningarnir eru ikki til at taka feil av, tá tú ert á Wyndham Grand-gistingarhúsinum í Istanbul, ið liggur í eystara parti av býnum – og sum er millum tíggju tey bestu gistingarhúsini í Istanbul.  Á tí einu síðuni eru nøkur marglætisgistingarhús, sum skjóta upp í landslagnum, men á hinari síðuni eru gamlir íbúðarblokkar og gamlir ídnaðarbygningar, ið bíða eftir at verða rivnir niður.

Wyndham Grand-gistingarhúsið, har føroyska landsliðið gistir í Istanbul (Mynd: Creative Commons)

Hetta er partur av stóru býarendurnýggjanini av Istanbul, ið táverandi forsætisráðharrin og núverandi forsetin, Recep Tayyip Erdogan, frá Rættvísis- og Menningarflokkinum í Turkalandi, byrjaði við í 2006, tá feløg – ofta við tøttum tilknýti til forsetan – hava fingið til uppgávu at javna heilar býlingar við jørðina, fyri ístaðin at gera pláss til nýggjar bústaðareindir, nýggjan altjóðan flogvøll, eina brúgv afturat og ein undirsjóvartunnil undir Bosporussundið umframt aðrar verkætlanir, er nakað av tí, sum er sett í verk av Erdogan.

(Skamt frá marglætisgistingarhúsinum, har føroyska landsliðið gistir í Istanbul, liggja gamlir íbúðublokkar og ídnaðarbygningar, ið bíða eftir at verða rivnir niður)

Men tað eru og hava verið kritiskar røddir frammi um, hvussu endurnýggjanin av býnum er farin og fer fram, tí tað er ikki komin øllum til góðar, at allar hesar verkætlanir eru settar í gongd. Tey, ið finnast at siga, at hetta er ein skipaður útrakstur av teimum fátæku í býnum, har ávís øki í býnum verða forsømd til fyrimunar fyri nýmótans og dýrari bústaðareindir, sum bert tey ríku og resursusterku hava ráð til.

Tað fekk millum annað Amnesty International at tala at í 2011, ið fanst at myndugleikunum í Turkalandi, fyri at brúka hóttanir, manglandi upplýsingar og minni møguleikar at endurhýsa fólk, sum ikki longur hava ráð til at búgva í býnum, men hava verið noydd til at flyta longur út ella heilt út úr býnum.  

Myndugleikarnir hava eisini fingið kritikk fyri, at hon við vilja hevur forsømt eldri bygningar, so tað gerst meira legitimt at heilt endurnýggja íbúðarblokkar, eftir at stjórnin samtykti eina nýggja lóg í 2005, ið gjørdi tað møguligt at tøma og endurnýggja søgulig økir í býnum, har fleiri bygningar annars hava eitt søguligt virði. Hetta varð millum annað brúkt í Sulukule-økinum í 2009, tá stórir bólkar av romafólkum vórðu flutt úr økinum, so nýggj og dýrari hús kundu byggjast á økinum.  

(Bláa og Hagia Sofia moské´in í Istanbul)

Istanbul – har eystur og vestur møtast
Endurnýggjanin av Istanbul er týðilig at síggja, men størsti býurin í Turkalandi er bæði evropeiskur og asiatiskur og hevur verið í miðdeplinum í mongum heimsveldum.

Tað er serliga hendan blandingin av eysturlendskum og vesturlendskum siðaarvi, sum fær ferðafólk úr øllum heiminum til Istanbul.

Istanbul liggur við Bosporussundið, har Marmarahavið er sunnanfyri og Svartahavið er norðanfyri. Býurin bindur Evropa og Asia, og júst hendan plaseringin hevur gjørt býin til miðdepilin til fleiri valdstríð. Býurin hevur itið Bysans og Konstantinopel og var høvuðsstaður í rómverska, bysantinska, latínska og osmanniska ríkinum og var enntá eisini høvuðsstaður hjá muslimum. Turkar byrjaðu at kalla býin fyri Istanbul, sum eisini bleiv almenna navnið, tá turkiska lýðveldi varð sett á stovn í 1923.

Íbúgvaratalið í Istanbul táttar í 16 milliónir, sum eisini ger býin til tann mest fólkaríkasta býin í Evropa.