Thor Omega rent á bryggju í Hammerfest

Løgreglan hevur hvørki fingið fráboðanir um persónsskaða ella materiellan skaða

Skermsmynd: VG.no
Steinar Patursson
25. juli 2022 kl. 11:33

Thor Omega rendi á eina flótibrúgv í býnum Hammerfest í Norra, tá skipið var á veg út úr havnini fyrradagin.

Á upptøku á VG.no sæst, at Thor Omega fer við gronini inn í eina flótibrúgv, men hóast nógvir bátar vóru við bryggjuna, eru hvørki komnar fráboðanir um persónsskaða ella umfatandi materiellan skaða, sigur VG.

Dimmalætting hevur spurt Hans Andrias Kelduberg, stjóra í Thor, hvør orsøkin var til óhappið, men Thor hevur onga viðmerking.

Sambært MarineTraffic liggur Thor Omega í løtuni við bryggju í Rypefjord.