Tíðargrein: Skert talufrælsi ella styrkt fólkaræði?

Hví úttala seg og kjakast alment á netinum, um prísurin er útspilling, niðurgering og hóttanir eftir lívinum?

Sigri M. Gaïni, cand.ped. í filosofi
2. februar 2018 kl. 13:42

Eitt tað heitasta evnið í Vesturheiminum seinastu árini hevur verið talufrælsi. Serliga var tað í kjalarvørrinum á sokallaðu “Muhammed-kreppuni”, ið stóðst av nøkrum satiriskum tekningum av muslimska profetinum, Muhammed, sum Jyllands-Posten prentaði í 2005, at evnið tók seg uppaftur eftir at hava ligið meira ella minni í dvala í áratíggju.

Danmark hevur nýliga mannað eina nevnd, ið skal granska og greina, hvussu talufrælsið í roynd og veru virkar í danska samfelagnum í dag, og um mørkini fyri talufrælsinum eru nóg neyvt lýst. Í Týsklandi er ein nýggj lóg um haturstalu á netinum júst komin í gildi, og hevur hon elvt til eitt ramaskríggj, fyrst og fremst ímillum sokallaðar “talufrælsisfundamentalistar” og libertarianar – men eisini meira generelt. Eitt nú hava dagblaðið Bild og týska miðlafelagið kritiserað lóggávuna.

At vera “talufrælsisfundamentalistur”, sum fleiri markantar samfelagsrøddir rópa seg sjálvar í dag, teirra millum kendi, danski professarin í filosofi, Frederik Stjernfelt (f. 1957), er vorðið alsamt meira útbreitt millum manna. Orsøkin til tess er óivað tíðarandin, ið fyrst og fremst kemur til úttrykk í miðlunum, sum vilja vera við, at uttan fullkomiliga óavmarkað talufrælsi, syndrast fólkaræði okkara. Hetta má tó sigast at vera ein foreinkling av hugtakinum talufrælsi.


Tey ytstu mørkini

Tað er eyðsæð, at talufrælsi er ein av hornasteinunum undir fólkaræðinum, men at pástanda, at harvið mugu als ongi mørk setast fyri almennari talu, er at fara líka langt, sum við øvugtu ræðumyndini, har eftirlit og sensurur valda. Hetta eru tvey tey ytstu mørkini, tá ið umræður talufrælsi; sum kommunisman sett upp ímóti anarkinum – og harvið langt frá nøkrum fólkaræði.

Størsta mistakið, ið framt verður í kjakinum um talufrælsi nú á døgum, er tað ikki at fyrihalda seg til broyttu heimsmyndina og broyttu samfelagsumstøðurnar seinastu mongu árini – men eintýðugt at halda fast í somu argument og hugsjónir, sum upplýsingarfilosoffarnir orðaðu í síni tíð, tá ið fólkaræðini vunnu fram, og tað bleiv sligið fast, at lívsneyðugt var at kunna kritisera allar valdshavarar, tað veri seg kirkjan og hennara umboð ella staturin og hansara umboð.

Fyri at eliminera – ella í tað minsta minka um – valdsmisnýtslu og kúgan, og fyri at geva borgarum rættindi og fólkaræðisligt vald, var talufrælsi; rætturin til at kritisera, gera gjøldur burtur úr og siga sína erligu meining um alt og øll, eitt neyðugt frælsi – og lat meg sláa fast; tað er tað enn!

Talufrælsi er – og fer altíð at vera – ein ómissandi partur av fólkaræðinum.

Argumentini, sum upplýsingarfilosoffarnir nýttu, hava líka stórt virði í dag, tað er ikki tað, sum er trupulleikin. Nei, trupulleikin er, sum nevnt, at samfelagsstøðan er ein onnur í dag, og at vit eru noydd til at taka atlit til tær nýggju umstøðurnar.


Greið tala

Bretski filosoffurin, John Stuart Mill (1806-1873), ið var liberalur og ein av fremstu forsprákarunum fyri talufrælsi, var púra greiður í síni talu, um at talufrælsi skuldi vera so frítt, sum yvirhøvur gjørligt – men at eitt mark tó altíð fór at vera; nevniliga í teimum førum, har framsøgnin hjá einum borgara, gjørdi seg inn á demokratisku rættindini hjá einum øðrum.

Tað kann til tíðir tykjast, sum at talufrælsi ber av øllum og fær okkum at gloyma onnur demokratisk rættindi, so sum rættin til persónligt frælsi, rættin til privatlív, rættin til trygd ella rættin til líkavirði. Men sum nevnt, meinti sjálvasti Mill (ið talufrælsisfundamentalistarnir ynda at sitera), at tað ikki kundi forsvarast at trampa á demokratisku rættindini hjá medborgarum við teirri grundgeving, at ein nýtti sín egna rætt til talufrælsi.

Mill hugleiðir í seinna parti av høvuðsverki sínum “On Liberty” (1859) um, hvussu ein skal handfara vanvirðisligar (“distasteful”) borgarar, ið á ósympatiskan hátt úttrykkja seg niðrandi og grovt. Hann er m.a. inni á lógarásettari revsing (“can be held in contempt”), men hann kemur eisini við øðrum uppskotum, so sum at borgarar kunnu ávara hvønn annan um hesi fólk, og, harafturat, at ein heilt einfalt kann royna at skýggja tey.

Her er tað, at ein av týdningarmestu broytingunum síðani tíðina hjá Mill spælir ein avgerandi leiklut, nevniliga uppfinningin av internetinum.

Tað er fullkomiliga burturvið at halda, at ein kann fyrihalda seg til talufrælsið á sama hátt í dag, har einhvør “distasteful” borgari hevur óavmarkaða atgongd til alment at føra fram tað, honum lystir, sum man gjørdi fyri 150 árum síðani, tá ið tað var fáum unt at fáa greinar prentaðar í pappírsbløðini.

Tað tekst ikki aftur, at tað var ein ovurhonds týdningarmikil sigur at vinna talufrælsi – og harvið rættin til at orða seg frítt, hvast og ironiskt/sarkastiskt/satiriskt, uttan at verða sensureraður ella revsaður. Endamálið var at arbeiða ímóti kúgan, korruptión, nepotismu og aðrari valdsmisnýtslu, men harumframt, og av minst líka stórum týdningi, at kveikja tanka – og andsfrælsið. Hetta sást aftur, bæði í kritikkinum av etableraðum hugsjónum, tað veri seg innan átrúnað, samfelag, vísindi ella list, men eisini í orginalum – og í summum førum genialum – uppfinningum og nýggjum ástøðum.


Hóttan móti sær sjálvum

Tá ið alt kemur til alt, er meira ella minni óavmarkaða talufrælsið á sosialum miðlum (og netinum yvirhøvur) fyri tað fyrsta ein hóttan ímóti øðrum demokratiskum rættindum og fyri tað næsta, ironiskt nokk, ein hóttan ímóti talufrælsinum sjálvum!

Tað fyrra, av tí at haturstala florerar á túsundtals heimasíðum. Her er talan um bæði niðrandi útsagnir, sum snúgva seg um útsjónd, uppruna, etnisitet og trúgv, umframt um beinleiðis hóttanir um neyðtøku, avbuking og morð. Tað sigur seg sjálvt, at slíkar útsagnir gera seg inn á persónliga frælsið, rættin til privatlív og rættin til trygd og líkavirði.

Á henda hátt hevur netið koyrt, við meira ella minni hálvhjartaðum royndum at strika ringastu viðmerkingar og skriv, í fleiri áratíggju. Avleiðingarnar eru øgiligar fyri tey, ið verða rakt. Fyri tey, ið harafturímóti ikki verða rakt, kunnu orðingarnar fara framvið ella elva til ymiskar reaktiónir, ið fevna um alt frá skaðafrøði til samkenslu.

Fyri at venda aftur til tað seinna, nevniliga at óavmarkaða talufrælsið á netinum eisini er ein hóttan ímóti sær sjálvum, so er tað eyðsæð, at viðmerkingarnar, ið ein er vorðin vanur at lesa undir greinum, kjaki og øðrum skrivum á netinum, fær nógv fólk at aftra seg við at orða seg frítt. Bæði av teirri orsøk, at tað sjálvsagt er óbehagiligt at vera alment niðurgjørdur og skírdur at vera bæði eitt og annað av tí ringasta ringa. Hetta ávirkar eitt hvørt menniskja. Men harafturat av tí, at tað fyri tey flestu snøgt sagt ikki er ómakin vert. Hví úttala seg og kjakast alment á netinum, um prísurin er útspilling, niðurgering og hóttanir eftir lívinum?

Og her er tað, at tann veruliga hóttanin ímóti talufrælsinum vísir seg; við at fólk halda seg aftur við at siga fram sínar hugsanir av ótta fyri at vera sjikanerað og hótt eftir lívinum. Ein kann fara so langt sum at siga, at haturstalan hjá ávísum borgarum er ein nýggjur háttur at fremja sensur. Áh, denn ironi.

Hetta er sjálvur kjarnin í kjakinum um talufrælsi á netinum: Fólk, ið veruliga ynskja at nýta sítt dýrabara talufrælsi til eitt nú at tala at politiskari valdsmisnýtslu, verða trýst niður av, fyri at halda fast í orðingina hjá Mill, “distasteful” borgarum, ið rópa upp um sín rætt til at siga, hvat teimum lystir. Áh, denn syndarliga ironi.

Eitt annað, ið er ironiskt, er at Mill skírdi borgarar flestar at verða undirlagdar eitt meirilutatyranni, ið fann seg í sensuri. Meirilutin fylgir sambært Mill altíð tíðarandanum, og í dag er tíðarandin merktur av einum hugburði um, at talufrælsið skal vera markleyst og sostatt eisini umfata “rættin til” at spilla einstaklingar og minnilutar út við teirri grundgeving, at... ja, vit hava talufrælsi! Meirilutatyranniið valdar sostatt enn, pílurin vendir bara øvugtan veg.

Tað, at Týskland gongur á odda við at forða fyri haturstalu á netinum, er skilagott – og vónandi fylgir restin av Vesturheiminum í hølunum á teimum. Til tess at varðveita eitt livandi fólkaræði, mugu vit verja okkara borgararættindini, har ímillum rættin til persónligt frælsi, rættin til trygd, privatlív og líkavirði – og ikki minst rættin til talufrælsi. Alt hetta, uttan at fremja ella sjálvi vera útsett fyri haturstalu og hóttanum.

Hetta er ikki, sum talufrælsisfundamentalistarnir vilja vera við, at skerja talufrælsi. Hetta er at styrkja fólkaræðið.

Sigri M. Gaïni

Leys Størv