Tiger På Spring tekur seg úr Sement-kappingini

Limirnir í danska tónleikabólkinum Tiger På Spring, ið seinasta leygarkvøld vunnu sær luttøku til finaluna í Sement-tónleikakappingini, hava tikið avgerð um at taka seg úr kappingini

Tveir av limunum í Tiger På Spring. (Mynd: Facebook/Jonas Hammer)
Sigurjón Einarsson
27. apríl 2022 kl. 09:17

Komandi leygarkvøld verður finalan í Sement-tónleikakappingini, sum hevur verið í Reinsarínum seinastu trý leygarkvøldini. Seinasta leygarkvøld var triðja og seinasta undanumfar av tónleikakappingini, tá sjey tónleikabólkar kappaðust um trý finalupláss.

Tá ið avtornaði var tað metalbólkurin Impartial, rapparin Marius DC og danski bólkurin Tiger På Spring, sum spælir progressivan rokktónleik, ið vunnu sær víðari luttøku í finaluni.

Men nú er greitt, at danski tónleikabólkurin ikki verður partur av Sement-finaluni leygarkvøldið.

– Vit hava tíverri boðað fyrireikarunum frá, at vit taka okkum úr kappingini. Hóast vit gjarna vildu koma til Føroyar aftur til finaluna leygarkvøldið, so fáa vit tað tíverri ikki at hanga saman fíggjarliga, siga limirnir í Tiger På Spring í stuttum boðum til Dimmalætting.

Tað harmar limirnar í Tiger På Spring, at teir ikki kunnu vera partur av finaluni leygarkvøldið, men eru teir glaðir fyri, at teir fingu møguleika at luttaka í Sement-tónleikakappingini.

– Vit høvdu eitt ótrúliga gott upplivilsi at vera í Tórshavn og spæla okkara tónleik. Áhoyrarafjøldin var fantastisk leygarkvøldið. Tað var hugtakandi, siga limirnir, sum tó viðurkenna, at:

– Fyri at siga tað beint út, so vistu vit ikki, at tað vóru fleiri umfør av kappingini, tí tað (enn) er eitt sindur trupult at lesa føroyskt, sigur ein av limunum, Frederik.

Hóast Tiger På Spring ikki verður partur av finaluni í ársins Sement, so er ein lítil partur av Tiger På Spring eftir í Føroyum.

– Vit eru ikki lidnir við tykkum. Vit høvdu tað fantastiskt her og SKULU aftur til Føroyar. Vit ætla okkum at arbeiða fram ímóti, at vit kunnu koma aftur á konsertferð um ikki so leingi, siga limirnir í Tiger På Spring, ið samstundis ynskja øllum hinum luttakaranum góða eydnu í finaluni í Sement.

Enn er óvist, um ella nakar annar bólkur ella einstaklingur fær plássið hjá Tiger På Spring í finaluni, men vit arbeiða at fáa eina viðmerking frá fyrireikarunum av Sement.

Finaluluttakararnir eru hesi:
SWAY
RSP
Daniel
Dania O. Tausen
Impartial
Marius DC
?

(Mynd: Skíggjamynd/kvf.fo)