Tilmelding til Ungt Summar byrjar í morgin

Í morgin, 1. juli kl. 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar. Hetta er ein nýggj verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um tíggju verkstovur, sum ung í aldrinum 13-15 ár kunnu luttaka í

Tíðindaskriv
30. juni 2022 kl. 16:14

Í morgin, 1. juli kl. 13, verður latið upp fyri tilmelding til Ungt Summar. Hetta er ein nýggj verkætlan hjá Tórshavnar kommunu, ið fevnir um 10 verkstovur, sum 13-15 ára gomul kunnu luttaka í. Endamálið er at skapa upplivingar, góðar felagsskapir og trivna millum tey 13-15 ára gomlu í kommununi.

Stongt verður fyri tilmelding mikudagin 6. juli kl. 13. Plássini verða lutaði út í tí raðfylgju, tey verða umbiðin.

Verkstovurnar í ár eru hesar:

  • Tekniverkstova

  • Fjallasúkkling

  • Seymiverkstova

  • Prentverkstova

  • E-sportverkstova

  • Livestreamingsverkstova

  • Heimasíðuverkstova

  • Smúkkuverkstova

  • Podvarpsverkstova

  • Sangskrivaraverkstova

Nærri kunning um tær ymsu verkstovurnar og tilmeldingina eru at finna her:

Fabrikkin

Kelda: Tórshavnar kommuna