Tina ger tónleik við kendum tónleikara

Tina Mellemgaard, sum gjørdist nummar trý í donsku X Factor-kappingini í ár, gevur staklag út saman við kenda danska tónleikaranum Thomas Buttenschøn

(Mynd: Promomynd/TV2)
Sigurjón Einarsson
8. juni 2022 kl. 15:30

Tað er ikki nógv, vit hava hoyrt til ungu Tinu Mellemgaard, eftir at hon gjørdist nummar trý í ársins X Factor-kapping í Danmark afturi í apríl.

Men sambært danska miðlinum Her og Nu, so hevur hon ikki ligið á latu síðuni.

Tina Mellemgaard hevur arbeitt nógv við tónleikinum, síðan upptøkutólini til kendu tónleikasendingina sløknaðu, tí um ikki so leingi kemur hon við einum staklagi, ið hon hevur innspælt við danska tónleikaranum Thomas Buttenschøn.

– Eg var í hansara upptøkuhølum í samband við, at eg arbeiddi eitt sindur við mínum egnum tónleiki, og so spurdi hann meg brádliga, um eg kundi hjálpa honum við at skriva ein sang lidnan, greiðir Tina Mellemgaard fyri tíðindamiðlinum, Her og Nu.

Hon viðurkennir, at spurningurin kom eitt sindur óvæntað.

– Eg gjørdist ordiliga glað, og vit syngja bæði við í sanginum, sigur Tina.

Sambært Tinu Mellemgaard, so kemur staklagið út nú einaferð í hesum mánaðinum, og at tað neyvan er seinastu ferð, at tey bæði fara at gera tónleik saman.

– Nú fáa vit at síggja, sigur altso unga kvinnan úr Hoyvík, ið sang seg inn í hjørtuni hjá nógvum áhoyrarum av X Factor-sendingini í ár.

Hoyr Tinu Mellemgaard her rúnabinda alt og øll til seks stóla-avbjóðingina undan sjálva X Factor-kappingina í ár:

Thomas Buttenschøn og Tina Mellemgaard gera tónleik saman. Eitt staklag frá teimum verður at hoyra um ikki so leingi (Mynd: Wikimedia Commons)