Títt Rúm heldur 10 ára føðingardag fríggjadagin 20 januar

Á skránni vera røður, tonleikur og okkurt ábit verður at fáa

Ragnar Sjúrðarson
18. januar 2023 kl. 08:41

Títt Rúm byrjaði í 2012 sum ein lítil verkætlan undir heitinum “Øll hava rætt til góð barnaár”. Verkætlanin hevur ment seg til eitt støðugt tilboð, og í 2021 broytti tilboðið navn til Títt Rúm. Títt Rúm er eitt tilboð hjá Bláa Krossi Føroya til øll í aldrinum 0-35 ár, sum hava rúsbundin foreldur, og familjur teirra. Títt Rúm bjóðar samrøður, ráðgeving, familjuviðgerð og bólkar. 

Øll innsløg verða í nýggju ungdómshølunum “Hollywood” hjá Bláa Krossi Føroya í Niels Finsensgøtu 20 í Tórshavn. Opið hús verður í hølunum hjá Títt Rúm í Kongagøtu 8 í Tórshavn kl. 12.00-13.00 og kl. 15.00-16.00, har møguleiki er fyri at síggja hvar Títt Rúm heldur til og hevur sítt virksemi.