Tað er bara grønlendska fólkið, sum eigur avgerðarrættin um støðu Grønlands. Tað sigur leiðslan í Tjóðveldi í einum yvirlýsing í kvøld.
Og tað siga tey nú komandi amerikanski forsetin hevur vent eyguni ímóti Grønlandi og vil mestsum leggja tað undir seg. Á tíðindafundi í dag vildi hann ikki so frægt sum vátta, at hann fer ikki at brúka hermegi fyri at fáa valdið á Grønlandi.
Tí hevur Tjóðveldi samtykt eina yvirlýsing, har stuðla grønlendska fólkinum
– Sjálvavgerðarrætturin liggur hjá grønlendska fólkinum og onga aðrastaðni. Júst sum føroyski sjálvavgerðarrætturin liggur hjá Føroya fólki, sigur Tjóðveldi
Leiðslan í Tjóðveldi stuðlar fult og heilt grønlendska avgerðarrættinum, eins og vit halda fast um okkara egna sjálvavgerðarrætt siga tey trý í leiðsluni, Sirið Stenberg, forkvinna, Høgni í Stórustovu, aðalstjórnarformaður og Hervør Pálsdóttir, næstforkvinna.