Tógvfyritøka seld fyri eina milliard

Sjey ára gamla danska tógvfyritøkan Hobbii er seld fyri eina milliard krónur

(Mynd: Hobbii)
Sigurjón Einarsson
20. apríl 2022 kl. 17:50

“Ull er Føroya gull” er eitt orðatak, ið vit øll kenna, tí ullin helt hitanum á føroyinginum og átti lívið í honum. Men í dag verður ein stórur partur av ullini burturbeind, hóst hon kann nýtast til nógv ymiskt.

Men nú er líkt til, at ull er við at gerast gull aftur – um ikki fyri føroyingar, tí danski miðilin Børsen skrivar, at skjótast vaksandi tógvfyritøkan í Danmark, Hobbii, er seld fyri eina milliard krónur.

Hobbii byrjaði sítt virksemi í 2015, men síðan tá hevur tað gingið við rúkandi ferð – ikki minst í koronatíðini, har áhugin fyri at binda veruliga tók dik á seg kring heimin.

Seinasta ár hevði fyritøkan eitt yvirskot á umleið 15 milliónir krónur. Árið fyri var yvirskotið umleið 13 milliónir krónur.

Góða úrslitið hjá Hobbii hevur nú fingið evropeiska grunnin Verdane til at keypa meginpartin av fyritøkuni, sum sambært Børsen virðismetir søluna til umleið eina milliard krónur.

Umframt at hava nethandil, so hevur Hobbii eisini fimm tógvhandlar í Danmark og tríggjar handlar í Týsklandi.