Tónaritið til Norsku Løvu útgivið

Nú er tónaritið til Norsku Løvu hjá William Heinesen givið út í bók, sum Bjarni Restorff hevur staðið fyri.

Katrin Erlendsdóttir
2. oktober 2021 kl. 12:44

Í vikuni varð nótaritið til kendu kompositiónina Norsku Løvu hjá Williami Heinesen givið út í bók.

Talan er um eina bók, sum er uppá meira enn 170 síður, og í henni eru nótar til øll ljóðførini í einum symfoniskum orkestri. Harumframt liggur eisini ein geymi (usb-pinnur) við bókini, har nótarnir liggja á. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu sínari.

Tónasmiðurin, kórleiðarin og tónleikalærarin Bjarni Restorff, tónasmiður, kórleiðari gevur bókina út, og tað er eisini hann, sum hevur gjørt útsetingarnar.

Tað eru longu 14 ár síðan, at hann gjørdi útsetingarnar til Norsku Løvu hjá William Heinesen. Tað varð av fyrstan tíð niðurskrivað fyri klaver, og teir nótarnar hevur Bjarni Restorff havt í varðveitslu. Hann var tó av teirri fatan, at verkið var eitt orkesturverk, heldur enn eitt klaververk, og tí fór hann í 2007-2008 sjálvur undir at útseta verkið fyri orkestur.

Nú er verkið so útsett fyri orkestur og givið út í bók. Bókin fæst til keyps í bókahandlunum og kostar 500 krónur.