Tórbjørn Jacobsen: Umráðandi at samfelagið rúmar okkum øllum

Pride-rekkjukoyring: Borgarstjórin í Runavíkar kommunu heldur, at ein av meginsúlunum undir demokratinum er frælsi rætturin at hugsa, skriva og at savnast. Tórbjørn væntar, at ikki øll heilsa rekkjukoyringini í dag vælkomnari, men at tað eisini er partur av demokratinum

Sigurjón Einarsson
27. juli 2021 kl. 14:40

Tá Dimmalætting spyr, hvat ið borgarstjórin í Runavíkar kommunu meinar um rekkjukoyringina hjá LBGT í dag, so sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu seg ikki fáa svarað fyri allar borgarar í kommununi – ella fyri allar tíggju býráðslimirnar í Runavíkar kommunu.  

Men Tórbjørn Jacobsen heldur, at ein av meginsúlunum undir demokratinum, er frælsi rætturin at hugsa, skriva og at savnast.

– Hetta skal vera galdandi, líkamikið hvør ið tú ert, og hvussu ið tú stendur í mun til politiskt vald, átrúna, kapital og onnur magnfull áhugamál. Týðandi er, at meirilutar í ymsum málum ikki sleppa at trýsta minnilutar, serliga tá ið tað snýr seg um vanlig og sjálvsøgd mannarættindi. Nógvar viðkvæmar javnvágir mega sleppa at vega, hendan og handan vegin, um fólkaræðinum skal verða lív lagað, sigur borgarstjórin í Runavíkar kommunu.

Persónliga heldur Tórbjørn Jacobsen, at eitt átak sum rekkjukoyringin í dag, er ein partur av framsagnar- og savningarfrælsinum, sum er sjálvsagdur partur í fólkaræði okkara. Eisini heldur borgarstjórin, at tað er umráðandi, at samfelagið rúmar okkum øllum.

– Felagsskapurin ynskir at varpa ljós á sína stevnu og ýtini stevnt verður eftir, og verður tað gjørt innanvert lógligu karmarnar, ásettir um savningarfrælsi og rættin at seta fram sjónarmið samsvarandi áhugamálum, sum fólk eru samd um, so kann hetta ikki metast sum annað enn ein vinningur fyri demokratiið, heldur Tórbjørn.

Borgarstjórin skilir rekkjukoyringina sum ein happening, og verður onkur andmælingur á leiðini, so gerst rullandi veitslan bara tað festligari.

– Staðfestingin hjá Newton um aktión og reaktión er kortini eisini galdandi í slíkum málum. Onkur fer ivaleyst at reagera mótvegis rekkjukoyringini, tí øll eru ikki samd við stevnuni hjá LBGT, men tað er eisini ein partur av demokratinum, sigur Tórbjørn Jacobsen, borgarstjóri í Runavíkar kommunu.