Tórleif Sigurðsson Leikvøllur?

Í Napoli hava tey givið San Paolo-leikvøllin nýtt navn. Nú eitur leikvøllurin Diego Armando Maradona Stadium, eftir at kanska størsta fótbóltsstjørnan nakrantíð andaðist herfyri. Nú eru eisini røddir frammi at heiðra teimum, ið gingu undan í altjóða fótbólti fyri Føroyar

Sigurjón Einarsson
9. desember 2020 kl. 17:00

Eftir frálíku fótbóltssendingarnar hjá Suna Merkistein – Vit herja á! – stakk kjak seg upp á Facebook, um tað ikki hevði verið uppá sítt pláss, at givið áskoðaraplássini nøvn eftir kendum persónum, ið vístu okkum vegin, tá fyrstu fetini í altjóða fótbólti vóru tikin.

Hans Jacob á Líknargøtu skrivar millum annað hetta á Facebook:

- Nú ein hevur hugt eftir øllum sendingunum hjá meistaranum Súna Merkistein, so er tað ikki sørt, at ein situr eftir við einum stórum klumpi í hálsinum og eini serstakari kenslu, sum rakar beint í hjartað: Tjóðskparkenslan. Hasir menninir vístu vegin!

- Eftir at hava hugt, so kom ein tanki til mín. Runt allan heimin hava leikvøllir nøvn ella eru áskoðarasíðurnar á leikvøllum uppkallaðar eftir leikarum/venjarum, sum hava givið nakað til landið ella tjóðina.

- Hví kunnu vit ikki, nú Tórsvøllur er um at vera liðugur, uppkallað tær fýra síðurnar upp eftir nøkrum av teimum, sum løgdu lunnar undir okkara landslið. Hugsi serliga um "Torleif Sigurðsson síðan/stand", og/ella "Páll Guðlaugsson síðan/stand".

- Er tað ikki upplagt FSF? Skrivar Hans Jacob inni á Facebook-bólkinum, Føroyskt Fótbóltskjak.

Virgar Hvidbro, ið er aðalskrivari í Fótbóltssamband Føroya, heldur, at tankin er áhugaverdur, men at stutta svarið uppá spurningin er, at hetta hevur ikki verið viðgjørt í starvsnevndini hjá FSF.

- Men tíðin fer at vísa, um hetta verður gjørt. Men verður hetta gjørt, so má sjálvandi ein viðgerð til fyrst, áðrenn nøkur støðu verður tikin hesum viðvíkjandi, sigur aðalskrivarin í FSF í viðtalu við Dimmalætting.  

Romansa ímóti veruleika?

Við tað, at nógvur peningur er komin inn í dagsins fótbólt, so tekur eitt kjak seg upp, um tað ikki er gomul romansa at uppkalla ein leikvøll eftir einum ávísum fólki. Tí velur mann romantiskan mátan og gevur áskoðaraplássum ella leikvøllum nøvn eftir fólki, so ber tað ikki heilt til á sama hátt, at hava lýsarar, sum eru við til at geva einum felag – ella í hesum føri fótbóltssambandinum – eina eyka inntøku.  

Verður hugt eftir landinum, har tað siðbundna hevur nógv at siga, og leikvøllir ikki skulu hava eitt navn eftir einum lýsara, Onglandi, so sær mann eisini har, at hetta er við at broytast. Arsenal hevur sín heimavøll á Emirates Stadium, Manchester City hevur sín á Etihad og Leicester spælir sínar heimadystir á King Power Stadium.

Hyggja vit longur út í Evropa, so hevur FC Barcelona sett navnarættindini til Camp Nou til sølu. Síðani 1957 hevur leikvøllurin hjá FC Barcelona annars itið Camp Nou.

Flyta vit okkum yvir til Italia, so gongur Napoli hin vegin. Her hevur Napoli júst valt romantisku loysnina, so San Paolo-leikvøllurin nú hevur skift navn til Diego Armando Maradona Stadium, eftir at maðurin við Guðs hond andaðist herfyri.