Tórshavnar kommuna á ukrainskum

Heimasíðan hjá Tórshavnar kommunu sær eitt sindur øðrvísi í hesum døgum. Talan er um eina heilsan á ukrainskum, ið skal hjálpa ukrainskum flóttafólkum at koma upp á pláss í kommununi

Steinar Patursson
6. mai 2022 kl. 12:02

Tey, ið hava lagt sær leiðina fram við á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu hesa vikuna, hava uttan iva varnast, at stóri breddin ovarlaga á síðuni tykist nakað ólesiligur.

Á heimasíðuni er nú ein heilsan á ukrainskum, og tí er boðini eisini skrivað við kyrilliskum stavum.

Tað eru ivaleyst nøkur fá her um leiðir, ið kunnu lesa seg fram til, hvat stendur á breddanum, men til øll hini, ið ikki duga at lesa á ukrainskum, sigur Fía Lindenskov, integratiónssamskipari hjá Tórshavnar kommunu, at talan er um eini boð, ið bjóða ukrainum vælkomnum.

“Vælkomin til Føroya og Tórshavnar kommunu. Vit standa til reiðar at hjálpa tær. Kunning til ukrainskar statsborgarar”, stendur at lesa í teiginum, sigur Fía Lindenskov.

Trýstir tú á leinkjuna á breddanum, verður tú beindur víðari til kunning um føroysk viðurskifti, herundir arbeiðis- skúla- og heilsuviðurskifti, umframt kunning um bæði útlendingastovuna og móttøkuna hjá Reyða Krossi.

Tórshavnar kommuna hevur ikki nágreinilig tøl fyri, hvussu nógvir ukrainar eru í kommuni, tí øll eru ikki endaliga visiterað til ein bústað, men mett verður, at tey eru umleið 25.