Tórshavnar kommuna stendur hjálparleys

Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, so er uppgávan at útvega bústað til heimleys, áløgd Almannaverkinum. Sostatt er tað mark fyri, hvat kommurnurnar kunnu gera fyri tey heimleysu

(Mynd: Unsplash).
Kristian Waag Dam
23. mai 2022 kl. 17:50

Tey heimleysu tykjast ikki at eiga nakran góðan, tí lítið og einki er gjørt fyri at basa tí heimloysi, sum nú einaferð er í Føroyum. Seinast nakað varð gjørt við málið var í 2005, tá eitt álit um heimleys í Føroyum varð gjørt. Sambært álitinum vóru 20 heimleys, sum hildu til í høvuðsstaðnum, í 2005. Væntandi er hetta talið vaksið, tí talið av gistingum á Herberginum hevur verið vaksandi seinastu árini. Álitið vísur at tey heimleysu í Føroyum halda til í høvuðsstaðnum. Hetta fyribrigdið sæst eisini aftur íøðrum londum.

Av tí, at tey heimleysu í Føroyum halda til í høvuðsstaðnum, so er tað eisini einans høvuðsstaðurin, sum hevur ampa av hesum. Sambært borgarstjóranum í Tórshavnar kommunu, Heðin Mortensen, so hevur kommunan roynt at bøtt um støðuna í fleiri ár, men tó uttan nakað úrslit. Tórshavnar kommuna hevur roynt at bøtt um karmarnar hjá teimum heimleysu, millum annað við at seta skúrar upp, har tey heimleysu kunnu fáa hitan. Hesir skúrar hava staðið omanfyri gomlu kioskina í Steinatúni, men eisini á Skálatrøð fyri nøkrum árum síðani. Ætlanin við skúrunum hevur ikki eydnast væl.

Í Íslandi er tað uppgávan hjá kommununi at útvega bústað til tey heimleysu og í Norra hava kommunurnar skyldu at útvega fyribils bústað. Í Danmark áleggur lógin, Lov om social service, kommunum at útvega bústað til fólk, sum ikki kunnu útvega sær ein bústað ella sum ikki kunnu halda fast við ein bústað, men soleiðis er ikki í Føroyum. Sambært løgtingslóg um almannatrygd og tænastur, so er uppgávan at útvega bústað til heimleys, áløgd Almannaverkinum:

- § 49. Almannaverkið hevur skyldu at veita sosialnámsfrøðiliga viðgerð og fyribils bústað sambært § 45 ella vardan bústað sambært § 46 til persón.

Sostatt setur lógin mark fyri, í hvussu stóran mun kommunan kann hjálpa teimum heimleysu. Í fleiri av okkara grannalondum er uppgávan at útvega bústað til tey heimleysu áløgd kommununum.

Heðin Mortensen hevur avtalað ein fund við landsstýrismannin í almannamálum, Sólvit Nolsø, í juni, har teir fara at umrøðu støðuna.