Tórshavnar kommuna yvirtikið fleiri landsvegastrekki

Tórshavnar kommuna yvirtekur nú millum annað part av Hvítanesvegnum og Oyggjarvegnum

Steinar Patursson
20. juni 2022 kl. 13:08

Heðin Mortensen, borgarstjóri í Havn, og Sigurð Lamhauge, landsverkfrøðingur, undirskrivaðu í morgun avtalu, ið hevur við sær, at Tórshavnar kommuna yvirtekur fleiri strekki av landsvegum, harímillum Hvítanesvegin, Kúrdalsveg, part av Oyggjarvegnum og part av Velbastaðvegnum.

Hvítanesvegurin verður yvirtikin frá vegamótinum við Eystara Ringveg og til nýggju rundkoyringina til Eysturoyartunnilin, góðar 3 kilometrar. Samstundis verður vegastubbin oman til rulluportrið á Hvítanesi eisini yvirtikin, sigur Tórshavnar kommuna.

Kúrdalsvegur frá Hvítanesvegnum og oman í túnið við gomlu Royndarstøðina í Hoyvík verður yvirtikin. Somuleiðis verður Oyggjarvegurin fra vegamótinum Vestari Ringvegur og til íbindingina við Hotel Føroyar yvirtikin. Tað sama er galdandi fyri Velbastaðvegin, frá vegamótinum við Marknagilsvegin og niðan til rulluportrið við Norðasta Horn.

Við yvirtøkunum verða fleiri øki atkomulig fyri býarvøkstri, bæði tá talan er um bústaðarbygging, vinnuøki og parkeringsøki, sigur Tórshavnar kommuna.