Ongi úrslit

Tottenham váttar: Mourinho koyrdur úr starvi

London-felagið váttar, at José Mourinho er sagdur úr starvi. Mourinho náddi at vera venjari fyri The Spurs í hálvtannað ár

Sigurjón Einarsson
19. apríl 2021 kl. 11:45

Tað hevur ikki gingið nakað serligt hjá Tottenham í seinastuni, og nú hevur felagið gjørt av at koyra “The Special One” til hús.

Tað boðar felagið frá á heimasíðu sínari.

Uppsøgnin hendir í vikuni upp til týdningarmesta dystin hetta kappingarárið, tá Tottenham og Manchester City hittast í Liga Cup-finaluni.

Mourinho tók yvir í november 2019, eftir at táverandi venjarin, Mauricio Pochettino, fekk durafjórðingin, men tað hevur verið so sum so við úrslitunum hjá portugisanum, sum ongantíð ordiliga fekk sett sítt merki á liðið.

Í løtuni er Tottenham á einum sjeynda plássi í Premier League.

Sambært enskum miðlum verður tað Ryan Mason, ið hevur eina fortíð sum spælari í felagnum, og Chris Powell, ið koma at taka sær av liðnum restina av hesum kappingarárinum.

Mest lisið hesa vikuna

Alt selt eftir ein minutt

1. desember kl. 13:46

Hetta er national skomm

Í gjár kl. 18:11

Fór úr rættinum sum ein fríur maður

3. desember kl. 18:15

Føroyar verða nú ein krígstjóð – ikki ein friðartjóð!

4. desember kl. 20:15

Hetta dámar mær nógv betri enn at sita heima og arbeiða

4. desember kl. 22:00

660 menn fyri fríum vali

1. desember kl. 17:00