Tríggir ræðuleikar í tríggjar dagar

Er Sambandsríkið Amerika á veg í sítt næsta rasukríggj?

Jógvan Svabo Samuelsen
25. juli 2016 kl. 09:15

Er Sambandsríkið Amerika á veg í sítt næsta rasukríggj?

Ikki síðan 3. mars 1991, tá litti taxachafførurin Rodney King bleiv bukaður av fýra løgreglumonnum, hevur spenningurin verið størri millum ymsu rasurnar í USA, vísir nýggj meiningarkanning.

Rodney King koyrdi fullur undan løgregluni, men bleiv seinni fangaður og bukaður. Avspurningurin av honum bleiv tikin upp á sjónband av einum eygnavitni, ið eygleiddi hendingina á einum svala skamt har frá, og sjónbandið bleiv víst kring allan heim. Teir fýra løgreglumenninir blivu seinni fríkendur fyri harðskap móti Rodney, og gav hetta ramaskríggj gjøgnum litta USA.

Tríggjar dagar í slag, tann 5., 6. og 7. juli 2016, hendu tríggir skot-ræðuleikar í USA. Fyrstu tveir dagarnar blivu tveir littir menn skotnir til deyðis av løgreglumonnunm – annar í Baton Rouge, Louisianna og hin í Falcon Height, Minnesota.

Báðar hendingarnar blivu tiknar upp á snildfon og spjaddar á alnetinum - og skaptu tær mikla øsing. Triðja dagin, tann 7. juli 2016, gjørdi ein littur sniðskjútti álop á løgregluna í Dallas, har hann skeyt fimm løgreglufólk til deyðis, og løstaði níggju onnur løgreglufólk. Hetta var samstundis størsta álop á løgregluna í USA síðani yvirgangsálopið 11. september 2001, tá 72 løgreglufólk lótu lív.

Obama forseti var beinanvegin úti og fordømdi álopið á løgregluna, og Donald Trump valdi at útnevna Repulikanska flokkin sum “Lóg og landskil”-flokkin til komandi forsetaval í november. 

Týsdagur, 5. juli 2016
Alton Sterling var ein 37-ára gamal littur maður í Baton Rouge, Louisianna. Alton var í grannalagnum kendur sum CD-maðurin, tí hann plagdi at ganga runt og selja fløgur. Henda dagin helt hann til uttan fyri nærhandilin Triple S. Meðan Alton gongur runt í økinum kring nærhandilin, skal tað verið komið til ilnar millum hann og ein heimleysan mann har. Alton sigst hava hótt heimleysa mannin við einum skotvápni. Heimleysi maðurin ringdi síðani 9-1-1 og greiddi frá, at ein maður í reyðari troyggja hevði hótt hann við skotvápni. Henda frágreiðing passaði væl til Alton.

Tveir løgreglumenn koma á staðið, til parkeringsøkið við Triple S. Vit vita ikki heilt hvussu orrustan byrjar, men tvær ymsar sjónbandaupptøkur vísa hvat síðani hendir.

Tað sæst hvussu løgreglumenninir byrja at yvirmanna Alton, møguliga við at nýta el-pistól móti honum – tað hoyrist eitt “pop” á upptøkunum. Fyrst verður hann boydgur niður á kølarahjálmin á einum bili, og síðani niður á vegin har teir báðir halda honum niðri. Bráðiliga hoyrist eitt róp: “Hann hevur eitt skotvápn!”. Annar av løgreglumonnunum sæst røkka niður eftir onkrum, og peikar hetta móti Alton. Síðani hoyrast tvey skot. Fólk í bakgrundini hoyrast skríggja. Síðani trý skot afturat. Til seinast sæst annar av løgreglumonnunum fara í lumman hjá Alton eftir onkrum. Alton Sterling doyði stutt eftir av skottilburðinum.

Upptøkurnar báðar endaðu sjálvsagt á alnetinum nærum beinanvegin, og leiddu tær til stóra vreiði og mótmælisgongur fleiri staðni kring USA. Upptøkurnar eru ikki serliga góðar, men hetta er soleiðis flestu fjølmiðlar útleggja støðuna. Kanning er síðani sett í verk móti løgreglumonnunum, men enn er eingin niðurstøða gjørd.

Mikudagur, 6. juli 2016
Philando Castile blívur stegðagur av løgregluni í Falcon Heights, sum er ein forstaður til St. Paul, ið er høvuðsstaður í Minnesota. Orsøkin er, at bakljósið á billinum er brotið. Philando er 32 ár og littur. Í bilinum eru umframt Philando sjálvan, eisini unnusta hansara Diamond Reynolds og 4 ára gamla dóttir hennara situr á baksetrinum.

Tað serliga við hesari hendingini var, at ikki einans bleiv hon tikin upp á snildfon, hon bleiv eisini stroymað beinleiðis á Facebook av unnustu hansara. Í fyrstuni fer unnustan fullkomiliga í sjokk. Men eftir stuttari løtu er hon rólig aftur, og byrjar nú at live-senda frá hendingini sjálvari. Hon skiftir millum at tosa við løgreglumannin, sum er rættiliga uppøstur av hendingini, og so til at tosa við hyggjararnar av upptøkuni, har hon sum eitt annað tíðindafólk greiðir frá støðuni. Og hetta hendir beinleiðis á Facebook síðuni hjá henni.

Unnastan greiðir soleiðis frá á Facebook. Støðan byrjar við, at tey verða steðgaði av løgregluni vegna brotið bakljós á bilinum. Løgreglumaðurin kemur fram til førararsetrið, og biður Philando taka fram koyrikort og skrásetingarskjal hjá bilinum. Philando sigur við løgreglumannin, at hann hevur loyvi at ganga við fjaldum skotvápni á sær, og at hann eisini hevur eitt slíkt fjalt skotvápn í bilinum. Tá Philando skal fara í lumman eftir mappuni verður hann skotin fýra ferðir. Løgreglumaðurin rópar: “Eg bað hann ikki fara eftir tí! (skotvápninum?) – eg bað hann koyra hendirnar upp!”. Unnustan svarar: “Nei, tú bað hann fara eftir samleikaprógvi sínum”.

Philandro doyr seinni av løstunum.

Gjøgnum alla hendingina, og líka til unnustan kemur fram á løgreglustøðina, megnar hon at hava snildfonina koyrandi, og at varpa alt út beinleiðis á Facebook. Upptøkan er nærum 10 min. til longdar og er sædd yvir 5,7 mió. ferðir á Facebook.

Hósdagur, 7. juli 2016
Ein “Black Lives Matters” (Litt lív hava týdning) mótmælisgonga fer fram í Dallas, Texas, í kjalarvørinum av drápinum av Alton Sterling og Philando Castile.

Mótmælsigongan í Dallas var bert ein av fleiri mótmælisgongum hildnar kring alt USA. Umleið 800 mótmælsifólk luttóku og eini 100 løgreglufólk vórðu settir á uppgávuna at syrgja fyri, at mótmælisgongan gekk friðarliga fyri seg. Og hetta gjørdu hon eisini, líka fram til at Micah Xavier Johnson byrjaði at gera um seg.

Micah var 25 ára gamal fyrrverandi hermaður, sum millum annað hevði tænt í Afghanistan. Tað sigst, at Micah var í øðini um, at løgreglufólk høvdu skotið littar menn, og skal hann hava sagt, at hann ætlaði sær at drepa hvít fólk – serliga hvít løgreglufólk.

Til mótmælisgongum hevði Micah lagt seg í slys. Hann gjørdi klárt at skjóta so nógvar hvítar løgreglumenn sum gjørligt. Í slysálopinum megnaði hann at drepa fimm løgreglumenn og særa aðrar níggju løgreglumenn, áðrenn hann slapp sær til rýmingar. Eisini blivu tvey sivilfólk løstaði. Micah flýddi inn í ein skúlabygning tætt við, har løgreglan seinni kom fram á hann. Eftir at hava roynt at fingið Micha at yvirgeva seg í góðar tveir tímar, bleiv ein fjarstýrdur bumbu-robottur sendir inn til hølini har Micha helt til, og gjørdi enda á honum.

Henda ræðugerð móti løgregluni var samstundis størsta álop á løgregluna í USA, síðani yvirgangsálopini móti World Trade Center í New York hin 11. september 2001. Tá lótu 72 løgreglufólk lív.

Kanningar, sum løgreglan seinni gjørdi av heiminum hjá Micah vístu, at hann hevði gjørt sær royndir við at nýta spreingievni, og mest sannlíkt ætlaði hann at álopið at (hvítu) løgregluni skuldi vera enn størri. Løgreglan væntar, at hendingarnar við Alton Sterling og Philando Castile hava framskundað hansara ætlanir.

Meiningarkanning um støðuna
8.-12. juli 2016 gjørdi New York Times og CBS News felags meingingarkanning, har spurt var um hvussu meiningi maðurin í USA metir rasuviðurskiftini at vera.

Meingingarkanningin vísti, at rasuviðurskifitini ongantíð áður verið so vánalig undir Obama forseta, og at vit skulu heilt aftur til 1991 og hendingina við Rodney King, fyri at finna líknandi úrslit.

69% av fólkunum mettu, at rasuviðurskiftini eru sum heild vánalig. Og 60% av teimum spurdu mettu, at støðan var versnað seinastu tíðina. Enn meiri ræðandi var tað, at yvir helvtin av teimum littu í kanningini, ikki vóru ovfarin av ræðuleikanum móti løgreglufólkunum í Dallas. Og líka ræðandi var tað, at nærum helvtin av teimum hvítu í kanningini søgdu tað sama, at tey heldur ikki vóru ovfarin av ræðuleikanum í Dallas.

Aftur álop á løgregluna
Bert nakrar fáar dagar eftir, at meiningarkanningin varð almannakunngjørd, vóru aftur álop framd móti løgregluni. Hetta hendi sunnudagin 17. juli 2016. Hesuferð var tað í Baton Rouge, Louisianna, har Alton Sterling 12 dagar áðrenn var blivin skotin. Gerningsmaðurin hesuferð var litti Gavin Long og var hann eisini hernaðarveteranur, sum millum annað hevði tænt í Irak.

Á sínum 29 ára føðingardegi fór hann út í einum byrsurúsi – við sínari semi-automatiskari AR-15 riflu - og skeyt tríggjar løgreglumenn til deyðis, umframt at løsta aðrar tríggjar løgreglumenn.

Gavin Long var ein virkin brúkari av teimum sosialu miðlunum, við ein ørgrynna av kykmyndum, podcasts, tweets og øðrum uppsløgum, undir sínum dulnevni Cosmo Setepenra. Undir hesum dulnevni hevði hann eisini tweetað link til søguna um Dallas-løgreglu-drápsmannin, har hann viðmerkti, at Micah var “ein av okkum! # Mín átrúnaði er rættvísi.”.

Løgreglan sigur, at Gavin Long var ikki einsamallur í Baton Rouge, men enn er ikki vist, um onnur vistu um hansara ætlanir ella vóru partur av teimum. FBI kannar málið í løtuni.

Barack Obama var úti sama dag og fordømdi álopini á løgregluna.

Hann segði: “Vit sum tjóð mugu gera øllum greitt, at einki kann rættvísisgera álop á løgreglufólk!” - “Álop á løgregluna eru álop á okkum øll - og eru álop á rættarstatin, sum gerð okkara samfelag gjørligt.”