Tríggjar broytingar í byrjanaruppstillingin hjá Føroyum

Føroyar hava heimavøll móti hinum botnliðnum í bólki eitt í deild C, Litava, har ein sigur mestsum er eitt krav, skulu Føroyar varðveita plássið í deild C. Landsliðsvenjarin heldur fast við 4-4-2 spæliskipanina, men tað eru tríggjar broytingar í mun til dystin móti Luksemborg

(Mynd: Hans Erik Danielsen)
Sigurjón Einarsson, Tórsvøllur
11. juni 2022 kl. 16:32

Tað eru tvey lið uttan stig, ið møtast á Tórsvølli í dag, men ikki nokk við tað – hvørgan av liðunum hevur megnað at skora mál í teimum báðum undanfarnu dystunum í hesari Nations League-kappingini.

Tí verður tað ein lagnudystur fyri hesi bæði liðini, um ikki at flyta niður í deild D.

Hyggja vit eftir, hvar hesi londini eru á FIFA-styrkislistanum, so liggja Føroyar sum nummar 124, meðan Litava liggur á einum 138 plássi.

Føroyska liðið má gera tvær broytingar, nú Sølvi Vatnhamar og René Shaki Joensen báðir fingu reytt kort í dystinum móti Luksemborg týskvøldið. Eisini er greitt, at Hallur Hansson byrjar á beinkinum hesa ferð. Inn fyri teir eru komnir Jóannes Bjartalíð, Jákup Andreasen og Patrik Johannesen.

Byrjanaruppstillingin sær tí soleiðis út:

Føroyar (4-4-2): Gunnar Nielsen – Gilli Rólantsson, Hørður Askham, Odmar Færø, Viljormur Davidsen – Jóannes Bjartalíð, Gunnar Vatnhamar, Jákup B Andreasen, Meinhard Egilsson Olsen - Patrik Johannesen og Klæmint A. Olsen

Litava (4-3-3): Bartkus – Klimavicius, Utkus, Baravykas, Barauskas – Klimavicius, Slivka, Megelaitis – Lasickas, Cernych og Novikovas