Tríggjar stuttligar og mennandi ítrivsbøkur

Í mai gav Bókadeildin út tríggjar ítrivsbøkur í røðini Skúlabyrjan. Við ítrívsbókunum kunnu børn hugna sær við at lita, klistra og gera smáar uppgávur, samstundis sum tey læra um bókstavaraðið, ferðslu umframt nýggj ensk orð

Tíðindaskriv
31. mai 2022 kl. 15:15

Lær bókstavaraðið við prikkamyndum
Lær bókstavaraðið við prikkamyndum er ein bók við spennandi prikkauppgávum, har barnið á ein stuttligan og undirhaldandi hátt kann:

  • læra bókstavirnar frá A til OY

  • venja fínrørslulagið

  • venja logiska sansin

Fylg prikkunum í rættari raðfylgju. Prikkarnir standa í raðfylgju frá A til Oy. Um tú hevur tørv á hjálp, kanst tú hyggja at stavraðnum, sum stendur ovast og niðast á øllum síðunum. Tá ið tekningarnar eru lidnar, kanst tú lita tær við vøkrum litum! Stuttleika tær nú!

Kristianna Poulsen týddi úr donskum.

Enskt – mín fyrsta uppgávubók
At læra eitt nýtt mál er bæði stuttligt og spennandi - serliga, tá ið tú hevur spøl og uppgávur! Í bókini lærir tú nógv nýggj ensk orð, sum snúgva seg um bókstavaraðið, tøl, litir, djór, klæði, kroppin, skúlastovuna og nógv annað. Við stuttligum uppgávum, klistrimerkjum og enskum sangspølum fært tú eitt størri enskt orðfeingi - og dugir skjótt framúrskarandi væl at málbera teg á enskum.

Kristianna Poulsen týddi úr donskum.

Eg læri um ferðslu
Umráðandi er at læra barnið um ferðsluna og ferðslureglurnar. Og tað ræður um at koma í gongd, so tíðliga sum til ber, tí tað eru nógvar reglur og førleikar, sum barnið skal megna fyri at kunna bera seg trygt at í ferðsluni. Henda bókin er ætlað børnum úr umleið fimm upp í átta ár - tað er aldurin, tá heilt nógv børn av álvara skulu út í ferðsluna, viðhvørt enntá einsamøll.

Brynhild Høgnadóttir týddi úr donskum og tillagaði til føroysk viðurskifti.

Faklig ráðgeving: Lovisa Petersen Glerfoss, Ráðið fyri Ferðslutrygd og Jan Fossaberg, Føroya Politi.


Leys Størv