Trom verður víst á BBC 9. juli

Sjónvarpsrøðin Trom, sum fyrstu ferð varð víst tann 13. februar um okkara leiðir, verður nú at síggja í bretskum sjónvarpi

Trom - pressumynd
Sigurjón Einarsson
30. juni 2022 kl. 10:46

Bretski miðilin BBC kunngjørdi í januar í ár, at miðilin hevði tryggjað sær rættindi at vísa Trom, ið hevði frumframførslu á Viaplay 13. februar í ár.

Nú er greitt, at tveir partar verða vístir hvørt leygarkvøld, og byrjað verður tann 9. juli klokkan 21, tá BBC Four vísir tveir teir fyrstu partarnar.

- BBC hevur víst summar av bestu norðurlendsku røðunum, ið nakrantíð eru framleiddar, og vit vóna, at Trom eisini verður ein suksé. Vit gleða okkum veruliga at vísa hetta fyri einari bretskari áskoðarafjøld, segði Helene Aurø frá REinvent, sum saman við Truenorth og Kykmyndum hjá Jón Hammer hava framleitt Trom, í samrøðu við miðilin Variety tann 28. januar í ár.

Áður hava bretar tikið væl ímóti krimirøðum úr Norðurlondum, og sambært heimasíðuni “The Killing Times”, sum skrivar um krimirøðir í bretskum útvarpi og sjónvarpi, er Trom ein sjónvarpsrøð, sum fólkini handan heimasíðuna síggja fram til at sleppa síggja.