Ongi úrslit

Tróndur í Gøtu seldur av landinum

Norðmenn hava keypt uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu frá Varðanum

Árni Gregersen
15. februar 2024 kl. 14:12

Tað gekk skjótt fyri seg, men Varðin í Gøtu fekk eit so gott tilboð úr Noreg, at tey valdu at selja uppsjóvarskipið Tróndur í Gøtu til Noregs.

Haslsteinssen, sum norska felagið eitur, er í ferð við at byggja eitt nýtt skip á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, men skipið er seinkað. Tað hevur við sær, at umf elagið onki skip hevur, so missir tað loyvini at fiska. Tí var umráðandi at keypa eitt skip nú.

-Tilboðið var so gott, at vit ikki kundu siga nei, sigur Dávid Jacobsen, nevndarformaður.

Varðin byggir eisini eitt nýtt skip á Karstensens skipasmiðjuni í Skagen, sum skal latast felagnum í vár. Skipið skuldi avloysa Finn Fríða, sum annars var settur til sølu.

Nú er hann rikin av sølulistanum og Tróndur í Gøtu seldur í staðin

Skipið fer úr flotanum 1.mai.

Mest lisið hesa vikuna

Smyril verður helst aftur í sigling skjótari enn væntað

8. sepember kl. 12:57

Leita eftir tveimum fólkum - eru givin at leita eftir einum

7. sepember kl. 09:20

Charlie Kirk er skotin

Í gjár kl. 21:00

Sambandið suður um landið sveik aftur í dag

10. sepember kl. 16:45

Nú er at skunda sær at hamstra!

10. sepember kl. 20:20

Útlendingar stjólu búffar í einum handli í Havn

6. sepember kl. 12:00