Trump: Sudan fer at viðurkenna Ísrael

Amerikanski forsetin, Donald Trump, kunngjørdi fríggjadagin, at Sudan, saman við Seimandu Arabisku Emiratunum og Barein, fer at normalisera sítt samband við Ísrael. Hetta er triði arabiski staturin at gera so seinastu tíðina, har USA hevur verið millumgongumaður landanna millum

Sigurjón Einarsson
24. oktober 2020 kl. 17:49

Kunngerðin kom fríggjadagin, eftir at norðurafrikanska tjóðin hevur játtað seg til at gjalda 335 milliónir dollarar, ið skulu brúkast til endurgjald til amerikansk offur, sum hava verið fyri yvirgangi. Álopini fevna millum annað um bumbuálopini á amerikansku sendistovurnar í Kenja og Tansania, ið vórðu framdar av al-Qaida, meðan leiðarin, Osama bin Laden, búði í Sudan. Afturfyri hevur Trump givið lóggávutinginum í USA boð um, at Sudan verður tikið av listanum yvir lond, ið statsfíggjar yvirgang.

Hetta uttanríkispolitiska avrikið hjá Trump kemur einans 11 dagar áðrenn valdagin. Áður hevur Trump-fyrisitingin verið millumgongumaður at knýta bond millum Ísrael og Sameindu Arabisku Emiratirnar og eisini Barein, ið vóru fyrstu londini at gera so, síðani Jordan viðurkendi Ísrael í 1990-unum og Egyptaland gjørdi í 1970-unum.

Trump segði fríggjadagin, at minst fimm onnur lond ynskja at gera tað sama, sum verður kallað “Abraham Accords”.

Nýggja viðurkenningin av Ísrael sameinir arabisku tjóðirnar móti teirra felags fígginda, Iran. Hetta er eisini við til at upphevja siðbundna arabiska framferðarháttin, um at nokta fyri at normalisera sambandið við Ísrael, áðrenn ein sjálvstøðugur palestinskur statur verður til.

Palestinar undrast

Palestinar siga, at hendan viðurkenningin svarar til eina svikagerð.

Forsetin í Palestina, Mahmoud Abbas, fordømir og avvísir avtaluna og sigur, at varandi friður í økinum er treytaður av, at Ísrael steðgar síni herseting av Palestina og at ein palestinskur statur verður settur á stovn. Wasel Abu Yousef, ein høgtstandandi palestinskur embætismaður, kallaði avtaluna “ein knív í ryggin” á palestinska fólkið og teirra sak. Islamski militanti felagsskapurin Hamas, ið stýrir Gaza, førdømir eisini avtaluna.

Ísrael sigur, at viðurkenningin ber brá av, at palestinar hava mist teirra “vetorætt” yvir friðarinnsatsinum í økinum.

Trump bjóðaði fjølmiðlum í skrivstovuna hjá amerikanska forsetanum í Hvítu húsunum, Oval Office, meðan enn varð tosað í telefon við ísraelsku og sudansku leiðararnar.

Trump segði, at Sudan hevur víst stórt dirvi í sínum virksemi mótvegis yvirgangi.

- Hetta er ein stórur dagur í søguni hjá Sudan, segði Trump og legði afturat, at Ísrael og Sudan hava verið í einari spentari støðu í fleiri áratíggju, hóast tað ikki hevur verið beinleiðis stríð landanna millum.

Video frá ovala kontórinum:

Kelda: AP