![](/assets/articles/greenland-6713456.jpg)
![Dimma.fo Logo](https://www.dimma.fo/assets/dimmalaetting.png)
Fyrrverandi forsetin Donald Trump hevur aftur víst áhuga fyri Grønlandi, nú hann skjótt tekur við sum forseti í USA fyri aðru ferð. Tað skrivar DR.
Seinast Trump var forseti, vísti hann alment á, at hann ynskti at keypa Grønland frá Danmark, ein útsøgn, sum vakti bæði ans og mótstøðu. Tá Danmark ikki vísti hesum áhuga, avlýsti Trump eina ætlaða statsvitjan til Danmark í protest.
Nú, áðrenn hann tekur við forsetaembætinum aftur næsta mánað, hevur Trump longu endurtikið sín áhuga fyri Grønlandi. Í eini nýggjari útsøgn staðfestir hann:
Fyri at tryggja tjóðartrygd og frælsi kring heimin metir USA, at ognarskapur av og ræði á Grønlandi er fullkomiliga neyðugt.
Henda útsøgnin kemur í sambandi við, at nýggi sendimaðurin úr USA til Danmark er avdúkaður. Hann er 49 ára gamli Ken Howery, sum var sendimaður til Svøríkis seinast Trump var forseti. Howery er ein millardingar, sum var við til at stovna gjaldsrisan PayPal, og arbeiðir í dag sum íleggjari.
Hetta er annar dagur á rað, at Donald Trump sigur seg vilja taka ræði á økjum hjá søguligum samstarvslondum. Í gjár segði hann um Panama Kanalina, at tað var eitt stórt mistak tá ið USA gav ræði á henni til Panama, og at USA átti at fingið tað aftur. Tað skrivar Reuters.