Trý hjartamál

Undan býráðsvali verður lovað nógv meira enn hvat haldast kann. Einki nýtt í tí, men tað eru nøkur mál, ið eru meira umáðandi, meira basal, enn onnur.

Jan Christiansen
9. november 2020 kl. 12:01

Við skynsomum fíggjarpolitikki má og skal loysn fáast á:

·         Eldra økið

·         Ferðsluna

·         Bústaðar møguleikum

Tað at Havnin er ein eftirbátur, tá tað ræður um okkara gomlu, er stór skomm. Bíðilistin til at koma á eldraheim er langur sum eitt ónt ár, og tað líkist ongum. Heimahjálpin má alt fyri eitt styrkjast, og ferð má setast á at fáa bygt nýggj ellis- og røktarheim.

Ferðsluruðuleiki valdar í Havnini ávísar tíðir á degnum. Hetta er ein stórur trupulleiki, sum bara vil veksa, um ikki okkurt munagott verður gjørt skjótast tilber. Farast má undir at gera Ytra ringvegurin lidnan beinan vegin.

Ùtstykkingar við vanligum grundstykkum og við alternativum bústøðum skulu setast í gongd runt um í kommununi. Ùtstykkingarnar skulu skipast har komandi eigararnir eru virknir viðspælarar.  Kommunan eigur at fáa til vega øki til eldraíbúðir, so vit +60 kunnu flyta í smærri bústað, og lata barnafamiljum fáa møguleikan at keypa stóru sethúsini.

Jan Christiansen, Listi A