Tú alfagra land mítt

Vit hava havt tveir tjóðsangir. Tann fyrri, “Eg oyggjar veit”, varð yrktur í 1877. Tann seinna, “Tú alfagra land mítt” yrkti Símun av Skarði í Føgrulíð í Borðoynni í 1906. Mikudagin 1. februar 2006 eru liðin 100 ár, síðan skaldið yrkti sangin, ið gjørdist okkara tjóðsangur

Sonne Smith
29. apríl 2022 kl. 13:54

Flaggdagur var í vikuni, og tá verður tjóðsangurin, “Tú alfagra land mítt”, sum Símuni av Skarði yrkti í 1906, sum vera mann spældur. Men hann er ikki fyrsti føroyski tjóðsangurin. Áðrenn tað var “Eg oyggjar veit”, sum Fríðrik Petersen yrkti í 1877, tjóðsangur í nøkur ár. Í sambandi við at tað í 2006 vóru liðin 100 ár síðan tjóðsangurin var yrktur, skrivaði Sonne Smith hesa greinina, sum vit endurprenta her til Skáan í Dimmalætting í januar 2006.

---

“Eg veit ikki, hvør ið avger, hvat sangur skal vera tjóðsangur hjá einari tjóð. Okkara fyrri tjóðsangur var yrktur í 1877, og vit plaga at siga, at tann allarfyrsta modernaða yrkingin á føroyskum varð yrkt í 1876. Tað var vist ein drykkjuvísa, sum æt “Føroya skál” ella okkurt sovorðið. Vísan varð yrkt í studentaumhvørvinum í Keypmannahavn. Og seinni var sangurin “Eg oyggjar veit” eisini brúktur sum tjóðsangur,” sigur Eyðun Andreassen, fólkaminnisfrøðingur og professari.

Hann sigur, at fyrst yrkti Fríðrík Petersen “Eg oyggjar veit”. Seinni yrkti Símun av Skarði “Tú alfagra land mítt” í 1906, tann 1. februar, veit Eyðun at siga. Yrkingin varð prentað nakrar dagar seinni. Tá ið Songbók Føroya Fólks varð givin út fyrstu ferð í 1913, tá var “Tú alfagra land mítt” at standa fremst í sangbókini. Altso sangurin var nummar 1, og “Eg oyggjar veit” var nummar 2.

“Men eg síggi, at í triðu og fjórðu útgávu av Føroya fólks sangbók. Hon er útkomin ofta. Tannseinasta í 1997, men altso í triðu og fjórðu útgávu kom “Eg oyggjar veit” at standa fremst, men so í fimtu útgávu aftur, stendur “Tú alfagra land mítt” aftur fremst, so vit eru blivin von við at syngja “Tú alfagra land mítt” sum tjóðsang – serliga tá ið Peter Alberg ger eitt føroyskt lag til hann.”

Tjóðsangur fekk føroyst lag
Munurin millum teir báðar sangirnar er, at “Eg oyggjar veit” varð yrktur í Danmark til eitt danskt lag. Lagið til “Tú alfagra land mítt” varð gjørt aftaná. Tað var nakað stutt eftir. Nótarnir liggja á Skjalasavninum.

Dóttir Peter Alberg, Birita Broderick sála, fór á Skjalasavnið við eini útskrift av nótunum eina ferð í áttatiárunum, tá ið Eyðun arbeiddi har. Hon vísti honum nótarnar, og hann sigur, at tað var ein sera pen útskrift av upprunatilfarinum.

“Og eg haldi, at “Tú alfagra land mítt” er blivin tjóðsangur, tí hann hevur føroyskt lag, og at hann yvirhøvur hevur staðið fremst í Songbók Føroya Fólks.”

Modernað føroysk yrking
“Modernað yrking eftir kvæðini og tættirnar og Nólsoyar Páll og alt tað byrjar í 1876. Og har er so tað miljøið, ið fyri ein stóran part leggur lunnar undir tað, sum seinni verður til tjóðskaparrørsluna.

Tað er Jacob Jacobsen og Fríðrík Petersen og nógvir aðrir, ið eru ungir studentar niðri tá ... Rasmus Effersøe fyri ein part ... og so tá ið teir hava verið eina tíð niðri, koma teir heim og halda á her.”

Eyðun Andreassen leggur sjálvandi áherðslu á Jólafundin í 1888. Tað var tann víðagitni 2. jóladagsfundurin, tá ið feløg í Føroyum settu sær sum mál, at føroyingar skuldu ganga fram í øllum lutum: “Tá verður líkasum skjøtil settur á tjóðskaparrørsluna.”

Onkusvegna verður ein tjóðskaparrørsla grundað í Føroyum. Teir, ið ruddaðu slóð fyri tjóðskaparrørsluni, defineraðu føroyingar sum tjóð, tó at Føroyar ikki vóru nakar statur.

“Í roynd og veru verða Føroyar ikki defineraðar sum tjóð fyrr enn tá seint í 1800-talinum og fyrst í 1900-talinum,” sigur Eyðun, “hóast vit kunnu siga, at vit hava altíð verið ein tjóð, men í skrift og talu verður tað ikki rættiliga staðfest fyrr enn tá.”

 

Grundtvigarnir
Hann heldur, at tann fyrsti, sum nevnir tað fyrst í 1840’árunum, er Svend Grundtvig, sonur mikla danska sálmaskaldið og háskúlamannin N.F.S. Grundtvig. Svend Grundtvig arbeiddi við donskum fólkavísum og kvæðum. Hann skrivaði eina bók í 1846, sum eitur “Dansken paa Færøerne Sidestykke til Tysken i Slesvig”. Her tosar hann um føroyingar og Føroyar sum eina tjóð og føroyskt mál sum eitt egið mál – sum nakað heilt annað enn danskt, tí at fyri tað varð føroyskt umtalað í Danmark sum “en dansk Bjergdialekt”.

“Eg veit ikki, hvat munur er á eini danskari “Bjergdialekt” og øðrum dialektum, soleiðis reint filologiskt” mírist Eyðun.

 

Fólkafundarrørslan
Hesir fyrstu sangirnir, sum vórðu yrktir í 1870’árunum, eru aloftast høvissangir. Teir vórðu yrktir til frammanundan kend løg, allaroftast til donsk løg.

“Eg oyggjar veit” varð yrktur til eitt lag hjá danska tónaskaldinum J.P.E. Hartmann, og tað lagið verður brúkt, til Hans Jacob Højgaard ger tað føroyska lagið til sangin. Lagið hjá Højgaard festi ongantíð rót, tí tað danska lagið varð brúkt øll árini, heilt upp til okkara dagar.

Í 1870’arunum og -80’árunum spretta yrkingarnar allar. Tær koma rættiliga fyri seg, tí mong fólk eru farin at yrkja um hetta mundið. Tað var altíð sangir, og teir vórðu sungnir. Føroyingar fara at skipa seg, halda fundir, politiskar fundir, men allar fyrst mentanarpolitiskar fundir, og vit fáa fólkafundarrørsluna. Tann fyrsti fólkafundurin var hildin 2. mars í 1895 heima á Sandi. Nú verða tey ymisku ungmannafeløgini stovnað, eitt nú varð Sólarmagn á Velbastað sett á stovn í 1895, og um hetta mundið Haldórsvíkar Avhaldsfelag umframt fleiri onnur feløg kring landið. Tað var stórt fundarvirksemi um sumrarnar til fólkafundir og aðrar fundir. Har skuldi syngjast, og teir yrkja upp á lívið til hesar fundirnar. Ein tann ídnasti var til dømis J.P. Gregoriussen í Kvívík. Áarstovubrøðurnir Janus og Hans Andrias fóru so smátt undir at yrkja og Símun av Skarði og mangir aðrir. Og so, ikki at forgloyma, Jóannes Patursson.

 

Nationalromantikkurin
Hesir menn vórðu flestir helst andkveiktir í Danmark, tí har blómaði nationalromantikkurin framvegis í seinnu helvt av 1800-talinum.

“Og ikki minst, haldi eg, at teir hava allir verið á háskúla,” leggur Eyðun dent á.

Teir vóru á donskum grundtvigianskum háskúlum, har teir sungu allar teir donsku sangirnar, sum stóðu í teirri fólksligu háskúlasangbókini. Tað var eisini tá, at føroyingarnir fóru at brúka tey donsku, tjóðskaparligu løgini til sínar egnu yrkingar. Tó, teir yrktu á føroyskum, og teir yrktu um Føroyar.

“Men so løgið tað ljóðar, vendu teir sær ikki til tað føroyska musikktilfarið – føroysk vísuløg ella føroysk kvæðaløg. Eg havi onkuntíð sagt, at tann føroyska tjóðskapareisingin vísti seg í føroyskum yrkingarbúna, men í donskum musikalskum klæðum – uttan Jóannes Patursson – og hann hevði ikki verið á donskum fólkaháskúla. Hann varð útbúgvin á landbúnaðarskúla í Norra” staðfestir Eyðun Andreassen eina ferð afturat. Tí veruleikin er tann, at Jóannes Patursson yrkti næstan allar sínar tjóðskaparyrkingar til føroysk vísuløg. Símun av Skarði gjørdi tað nakað, men teir allar flestu yrktu mest til danskan og so eisini annan norðurlendskan sang. Og tað varð sungið allastaðni á fólkafundum. Christian Matras skrivaði einastaðni, at fólk ferðaðust um nes og sund, og tey sungu og sungu og sungu. Sjálvandi var eisini umráðandi at fáa nýggjar sangir við hvørja ferðina.

 

Dugdu teir uttanat
“Vit sungu teir í skúlanum, og fólk dugdu teir uttanat,” minnist Eyðun.

Eftir øllum at døma duga tey ungu ikki sangirnar uttanat longur. Taka vit til dømis ta ótrúligu midnáttarløtuna á ólavsøku í Havn, her túsundtals fólk syngja saman, leggja vit til merkis, at tey flestu noyðast at brúka teksthefti við sangunum í. So allir hesir fylkingarsangirnir eru ikki longur inni í høvdinum á fólki longur.

Hetta var í gomlum døgum tjóðskaparromantikkurin. Hetta var ikki politikkur. Øll sungu og dugdu sangirnar, sambandsfólk, tjóðveldisfólk, loysingarmenn, sjálvstýrisfólk og heilt uttanveltað fólk. Nú á døgum er tað vorðið soleiðis, at verri enn so duga øll trý ørindini í tjóðsanginum.

“Sum yrking er tjóðsangurin meiri ein sálmur enn ein sangur. Tjóðsangurin vísir til tvey ting, sum eru týdningarmikil hjá føroyingum: gudstrúgv og tú alfagra land mítt.

Ein tjóðsangur er ein sera beinleiðis og einfaldur boðskapur. Allastaðni leggur hann dent á virðing á trúnna í hvørjum einstakum landi. Hetta land er vakurt, og vit hava virðing og alsk til tað land, vit eru fødd og uppvaksin í. Allastaðni í verðini hevja vit menniskjur okkara eyðkenni sum tjóð.

Tjóðsangurin eyðkennir alt verk. Tað veri seg á leikvølli sum á tingi. Ein tingseta hjá okkum til dømis endar við fyrsta ørindi av tjóðsanginum. Valfundir enda við fyrsta ørindi í tjóðsanginum. Á fótbóltsvøllinum verða tjóðsangirnir tjóðanna millum spældir og sungnir. Fólk standa uppi og lýða á ella syngja um land sítt.

Øll hugsa um sítt alfagra land.

Vit siga tað beinleiðis í fyrstu reglu í tjóðsangi okkara:

Tú alfagra land mítt ...