Turið F. Arge verður nýggjur forstjóri í BankNordik

Nevndin í BankNordik boðar í dag frá, at Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og at Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum. Árni Ellefsen heldur fram sum forstjóri, væntandi til eftir kunngerðina av ársroknskapinum fyri 2022

Tíðindaskriv
27. juni 2022 kl. 09:04

Tá ið Árni Ellefsen í apríl segði seg úr starvi sum forstjóri í BankNordik, fór nevndin undir eina tilgongd at seta nýggja stjórn. Í dag er bankin fegin um at kunngera, at nýggja stjórnin í samtakinum frá 1. juli 2022 verður mannað av Árna Ellefsen, forstjóra, Turið F. Arge, stjóra, og Heina Thomsen, stjóra.

Til tess at tryggja, at týðandi vitan verður varðveitt í samtakinum, og at BankNordik framhaldandi kann rekast víðari á hollum grundarlagi, heldur Árni Ellefsen fram sum forstjóri í eitt tíðarskeið, áðrenn Turið F. Arge tekur við sum forstjóri.

Turið F. Arge hevur starvast í BankNordik síðan 2007 og hevur havt eina røð av ymiskum leiðslustørvum. Hon er útbúgvin cand.merc.aud., hevur eina Executive MBA og hevur seinastu árini røkt starvið sum rakstrarstjóri í samtakinum. Síðan 2015 hevur Turið verið partur av samtaksleiðsluni og ein drívmegi handan góðu gongdina hjá samtakinum.

(Turið F. Arge tekur við sum nýggjur forstjóri eftir Árna Ellefsen, og Heini Thomsen verður nýggjur stjóri í samtakinum)

Heini Thomsen er stautsaut. grannskoðari og hevur seinastu árini starvast hjá grannskoðanarfyritøkuni Januar, haðani hann hevur hollar royndir við grannskoðan at børsskrásettum fyritøkum og fíggjarfyritøkum. Harumframt hevur Heini drúgvar leiðsluroyndir úr grannskoðanarvinnuni.

Bankin fer nú undir tilgongdina at fáa til vega neyðugu sonevndu fit and proper-góðkenningarnar frá Fíggjareftirlitinum.