Í gjár var stórur útsøludagur og tað hevur elvt til nógva ferðslu, og nógv trokarí í ferðsluni. Og tað hevur eisini elvt til nakrar støður har løgreglan mátti upp í.
Eitt ferðsluóhapp hendi í rundkoyringini á Hálsi í Havn í gjár har tveir bilar stoyttu saman tí annar bilførarin helt ikki víkiskylduna og rendi á.
Men tá ið løgreglan kom á staðið at kanna umstøðurnar, vísti tað seg, at bilførarin, sum rendi á, var ikki edrúur, so hann er skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Eingin fólkaskaði var, men bilarnir fingu nakað av skaða.
Men so vóru eisini tvey ferðsluóhapp, har bilførarin, sum rendi á, er rýmdur av staðnum, uttan at siga frá.
Á parkeringsplássinum við SMS bar ein stórur, hvítur jeepur, ella líknandi bilur, við ein annan bil, sum fekk nakað av skaða.
Men bilførarin steðgaði ikki á, men hvarv. Løgreglan sigur, at tað er hugsandi, at hann ikki varnaðist óhappið og tað er orsøkin til at hann fór avstað.
Tí heitir løgreglan á fólk, sum hava sæð tilburðin um at siga frá - og skuldi bilførarin, sum rendir á, lisið hesar reglurnar, heita tey eisini á hann um at siga frá so at tey fáa avgreitt málið ordiliga.
Løgreglan sigur, at slíkar støður eru rættiliga dýrar fyri bileigarin, sum varð ákoyrdur, tí í allarflestu tryggingum er ein sjálvábyrgd, so tað kostar honum í øllum førum nakrar túsund krónur. Hinvegin kostar tað ikki bilføraranum sum rendi á, eina krónur, tí hansara trygging tekur við.
Og sum heild heitir løgreglan á bilførarar um ikki at renna undan ábyrgd í slíkum førum.
Men løgreglan kann so við vissu siga, at ein annar bilførari sum rendi á uppi við Mylnuna á Sundsvegnum í morgun, veit av at hann rendi á, men hann rýmdi av staðnum.
Løgreglan kom upp í tí onkur ringdi til teirra - ikki tí tey høvdu sæð nakað, men tí tey hoyrdu ein brest og vistu at eitt óhapp var hent.
Tá ið løgreglan kom á staðið, sóu tey, at ein bilur hevði koyrt í grasinum og á vegnum koyrdu hann á eitt skelti og ein lyktapela. Men hann rýmdi av staðnum oman eftir Sundsvegnum, og hvarv.
Løgreglan sigur, at talan er um ein silvurgráan persónbil, ella vøruvogn. Tey hava eisini funnið ein forkromaðan lista av bilinum á staðnum har óhappið hendi.
Nú fara tey so runt á bilasølurnar fyri at fáa greiði á, hvat slag av bilum listin stavar frá. Men tey heita eisini á fólk, sum hava sæð nakað, um at siga frá.