Tveir nýggjur kommunulæknar settir í starv

Heilsutrygd hevur sett Rúna Nolsøe og Davið Guðnason í starv sum kommunulæknar í ávikavist í viðtaluni í Miðlon og Suðuroyar læknadømi

Sigurjón Einarsson
8. februar 2023 kl. 14:34

Tveir nýggir kommunulæknar eru settir í starv. Talan er um Rúna Nolsøe og David Guðnason.

Rúni hevur seinasta árið arbeitt í Miðlon sum liður í serlæknaútbúgvingini. Hann hevur nomið sær embætisprógv í læknafrøði í august 2016, og fær væntandi serlæknagóðkenning í almennum medisini 28. februar 2023.

Rúni Nolsøe tekur við starvinum sum kommunulækni í Miðlon tann 1. mars 2023.

Suðuroyingar hava eisini fingið nýggjan kommunulækna. Heilsutrygd hevur nevniliga sett Davíð Guðnason í fast starv sum kommunulækna í Suðuroyar læknadømi og hann fer at arbeiða í læknamiðstøðini á Tvøroyri, har hann skal arbeiða fulla tíð.

Davíð Guðnason er upprunaliga úr Íslandi, men hevur búð í Føroyum seinastu mongu árini. Hann hevur konu úr Vági, og tók læknaprógv í 2014. Seinastu árini hevur hann arbeitt í læknahúsinum í Gundadali, har hann hevur gjørt seg lidnan við útbúgvingina sum kommunulækni.

Tað eru fýra kommunulæknastørv í Suðuroy. Tveir eru nú í føstum starvi, meðan hini bæði størvini verða røkt av skiftandi avloysarum.